Vit bjóða lagnuni av

Føroyski ungdómurin liggur fremst í Vestureuropa, tá tað ræður um at roykja. Hvør er orsøkin til hetta, og hvat verður gjørt fyri at gera nakað við trupulleikan

Fyri kortum varð ført fram í føroysku fjølmiðlunum, at føroyingar, og serstakliga ungdómurin í Føroyum eru tey, sum roykja mest í øllum Vestureuropa.

Hetta er ivaleyst ikki ein heiður, sum vit kunnu vera serliga stolt, men heldur er hetta at janvseta við ivasama metið vit hava innan ferðsluvanlukkur, har vit sum kunnugt eisini liggja á einum klárum fyrstaplássi.

At fara at nýta hesar báðar síðurnar til eina moralprædiku um royking, og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri heilsu okkara, tími eg so slettis ikki, men kortini slepst ikki undan, at okkurt slikt verður nevnt.

Moralprædika verður tað tó neyvan til, tí við mínum 20 um dagin, eri eg ivaleyst við til at skumpað talvurnar enn longur upp eftir. Í so máta skal eg í øllum førum ikki gera meg betri enn øll onnur.


Kanningin, sum talan er um, fevndi um 9. flokkarnar í 26 europeiskum londum, og sýndi hon at føroyski næmingarnir vóru raskastir at roykja.

Tá spurt varð um, hvussu leingi vit høvdu roykt, gekk ikki so væl, tí megnaði Frakland at yvirhála okkum. Vit komu tó inn á einum tryggum 2. plássi í hesum, við tað at uml. 20% av føroysku næmingunum høvdu roykt dagliga síðani tey vóru 13 ár ella yngri.

Ivaleyst tøl, sum kunnu skelka mong foreldur, men eg loyvi mær at ivast í, um hetta er serliga skelkandi fyri ugfólkini.


Hví roykja

Hvør man so vera orsøkin til, at vit roykja so illa?

Ilt er at siga, júst hvørjar orsøkirnar til hetta eru, men allarhelst er ein av orsøkunum, at vit føroyingar eru rættuliga sosialir, og ikki vilja verða settir uttan fyri nakran felagsskap.

Við hondini á hjartanum, so munnun tað ikki vera serliga nógv av okkum, sum av okkara eintingum eru byrjað at roykja, ella sum byrjaðu at roykja, tí hetta smakkaðI so deiligt.

Hinvegin man tað fyri tey allar flestu verða tí, at fleiri í klikuni royktu, ella kanska tí, at vit mettu hetta vera spennandi. Mamma og pápi trúttaðu jú dag og dagliga niður í okkum »tú mást ikki byrja at roykja«, og hvat ger man so? Man festir sær sjálvandi í, fyri líka sum at kanna eftir, hví vit ikki skuldu roykja.

Fyrstu guvirnir vóru alt annað enn væl smakkandi, men so hvørt, sum lungur o.a. vandu seg við tjøruna, gjørdist hetta ein vani (ella óvani). At enda er hesin vani vorðin somikið fastgrógvin, at tað er dagligur kostur at roykja nakrar sigarittir, og eftir eina tíð er kropurin eisini bundin av øllum nikotininum, soleiðis at vit tá kunnu kalla okkum rættar tubbakstrælir.

Sjálvur má eg viðganga, at eg nú eri so bundin av hesum, at eg ikki kundi hugsað mær ein dag uttan nikotin. Áðrenn morgunmaturin er komin niður um, skal eg helst havi eitt krúss av kaffi og eina sigarett, og hóast hetta ikki man vera so øgiliga heilsugott, so havi eg tað soleiðis, at eg ikki fungeri, fyrr enn nikotinið og koffeinið er farið at pumpa runt í kroppinum.


Herferðir móti royking

Seinastu árini hava tað við jøvnum millumbilum verið herferðir móti roykjarum, har tað á nærum hvørjum gøtuhornið hevur verið onkur (yvir)lýsing um, hvussu vandamikið tað er at roykja, hvussu stórt fortreð onur hava av roykinum o.s.fr.

At roykingin millum okkum ungu framhaldandi er vaksin ber bara boð um eitt, og er tað at fólkini aftan fyri hesar herferðir so dyggiliga hava misskilt sína uppgávu.

Tey hava ikki á nakran hátt sett seg inn í, hvussu vit ungu hugsa, ella hvussu tey skulu fáa okkum at hugsa øðrvísi.

At vit verða tvangsinnløgd at lurta eftir, tá onkur lækni greiðir okkum frá, at royking elvir til krabbamein, økt sjúkradagatal, tubbakshosta og mangt annað, man ikki hava tað stóru ávirkanina, tí hvør tímir at verða settur uttan fyri klikuna?

Fyri ein 15 ára gamlan hevur tað nógv størri týdning at vera við her og nú, enn tað hevur, um hann/hon fær krabbamein um 30 ár.

At vit fáa at vita, hvussu býttisligt roykingin er, hjálpir sostatt einki, og hevur hetta nakra ávirkan, so man tað helst vera øvugta vegin. Ivaleyst er tað keðiligt at hoyra hjá teimum, sum seinastu árini hava staðið fyri hesum arbeiði, men tølini tala fyri seg, tey hava arbeitt eftir skeivum leisti, og skal nakað munagott spyrjast burtur úr, eiga tey alt fyri eitt at finna ein annan hátt at gera arbeiðið uppá.

Lýsingarherferðirnar kugu verða nógv meira málrættaðar og smartar, soleiðis at vit tíma at lesa og lurta eftir tí, sum verður sagt.

Sum er eru tað nógv, sum bara halda seg vera harðari, tá tey ganga við sigarett, og um onnur eisini halda tað, so er tað jú í fínasta lagi, at vit festa okkum í. Kanska eggja vit eisini øðrum, sum vilja verða líka cool sum vit, til at roykja.

Nei, álvaratos, til tykkum, sum av opg á koma við hesum herferðum. Takið tykkum saman, og gerið arbeiði tykkara eitt sindur betri, so kann tað vera, at vit tíma at lurta.

Ivaleyst er skilagott, at vit fáa upplýst, hvussu vandamikið tað er at roykja, og at tað á hvørjum sigarettpakka stendur, at royking elvir til ditt og datt, men árinini av hesum eru millum lítið og einki. Einasti stuttleikin við eitt nú merkingini á tubbakspakkunum eru tær málsligu villur, sum har eru at síggja.

Tað skal tó annað og meira enn upplýsing til, um herferðirnar skulu hava nakra ávirkan.


Skilaleyst og hvat so

Sum nevnt omanfyri, so vilja flestu okkara síggja stórt upp á, at vit við roykingini seta okkum í lívsvanda. Hesin vandi er somikið ókonkretur, at vit hava ilt við at taka nakra støðu til hann.

Allarhelst man hetta vera orsakað av, at vit hava ilt við at taka støðu til henda vandan. At tað har afturat er ólógligt, ger tað í hvussu so er ikki minni spennandi, og kann hetta eisini samanberast við, at at foreldrini ikki vilja hava okkum at roykja.

Á sín hátt kann tað samanlíknast við tað at koyra skjótt. Øll vita, at tað kann verða vandamikið at koyra ov skjótt, umframt at tað eisini er ólógligt, men kortini munnu tey allarflestu við koyrikoti hava roynt at ligið omanfyri ferðmarkið.

Í báðum hesum liggur fyri so vítt eisini tað, at vit ungu ofta hava hug til at bjóða lagnuni av, eins og hetta eisini er ein háttur at gera uppreisn móti meira autoriterum maktum.


Skal verða in

Nei, skal roykingin millum ung minka, er lítil nytta í at upplýsa okkum um vandarnar við hesum, og fotelja okkum hvussu kostnaðarmikið hetta er.

Tað einasta sum hjálpir, er allarhelst, um tað verður skaptur ein trendur, har eitt roykfrítt umhvørvið er ein partur av okkara lívsstíli. Ikki fyrr enn tá vilja vit síggja eina niðurgongd í talinum av ungum roykjarum, tí um nóg nógv í einum bólki lata vera við at roykja, kunnu hesi helst ávirka restina til at lata tubbakkið liggja.

Eisini mugu tey vaksnu taka sín part av ábyrgdini fyri, at so nógv av okkum ungu roykja. Lungnafelagið hevur í longri tíð gjørt kanningar av royking í Føroyum, og sýna hesar m.a., atein góður triðingur av vaksna fólkinum her á landi roykir, og hví skal tað so knappliga verða skelkandi, at 20% av ungfólkunum roykja???

Síðani mugu vit syndugu sálir, sum longu hava roykt í langa tíð, sjálvi finna út av, um vit vilja verða ein partur av nýggja lívsstílinum, ella um vit framhaldandi vilja verða nikotintrælir.

Sjálvur havi eg so ikki tikið støðu til hetta enn, men tað skal ikki forða øðrum í at gera tað.