Gert Hansen hjá KÍF var hampiliga væl nøgdur við spælið. Hann metti, at royndirnar hjá vestmenningum sigraðu henda dagin.
- Dysturin er sera javnur, og vit hava fleiri møguleikar at leggja okkum avgerandi fram um. Men vit brenna ov illa, og tá koma royndirnar hjá VÍF til sjóndar. Tá vit brenna okkara møguleikar, so vera vit straffaðir í hinum endanum, og tað er júst hetta, sum hendir til síðst.
Gert ásannaði eisini, at byrðan gjørdist tung, tá Rógvi Weyhe fekk reytt kort.
- Vit maglaðu tveir leikarar til dystin, so tað kom illa við, at vit mistu Rógva longu í fyrra hálvleiki, sigur Gert Hansen at enda.