Orðini um at “vit doyggja” eigur forsetin í Maldivunum Mohamed Nasheed. Oyggjaríkið Maldivurnar liggur í meðal bert hálvan annan metur omanfyri sjóarmálan, hægsta punktið í landslagnum er minni enn hálvan triðja metur høgt.
Røðan hjá forseta Maldivanna var tann mest bersøgna á tindinum í dag. Hann segði bart út, at hann var troyttur av at møta til funda, har hann verður settur at greiða frá, hví so týðandi er at minka útlát og forða fyri at heimshøvini hækka; øll nikka og eru samd um at ‘okkurt má gerast’ – men eftir ráðstevnuna kølnar ágrýtni og onki hendur. Maldivurnar hava tí sjálvar sett sær fyri at koma í ‘koljavnvág’ frá 2020, tvs. nullstillað útlát við orkusparing og at fanga kolsúrni í skóg ella øðrum goymslum. Umboðandi øll tey lágu og smáu londni heitti hann á heimsins lond um at seta málið til, at heimshitin í mesta lagi hækkar hálvt annað stig uppum støðið áðrenn ídnaðarkollveltigina – heimurin er longu ornaður ¾ stig.
Nú ætli eg mær til Kjøbinhavn!
Allan dagin snúðist kjakið annars um ráðstevnuna ið vera skal í Keypmannahavn. Sjáldan man danski høvuðsstaðurin vera so ofta nevndur í altjóða høpi. Men meiri týðandi var, hvat skal standa í skjølunum, tá fundurin í Bellacentrinum er av? Franski forsetin Sakorzy legði upp til, at málið skal vera tvey hitastig, at legði aftur og aftur dent á, at neyðugt er at leggja skatt á tær dálkandi fyritøkurnar – og vildi hava undanfund í november, har tey størstu útlátslondini kunnu semjast sínámillum udan fundinum. Nakað av hesum er franska trongdin at ganga á odda, hóast formaður ES, tann svenski Reinfeldt, var á fundinum og skuldi melda út vegna ES.
Mest spennandi var (hóast tann meiri dempaða stílin) tann kinesiska útmeldingin um at vilja áseta ‘felags men tillagaðar skyldur’ – hetta skal helst tulkast sum partvíst, at Kina vil minka útlát, men kortini vil hava pláss fyri sínum búskaparvøkstri; Kina vil t.d. planta øgiligar víddir av skógi at binda kolsúrni og verja móti øðrum avleiðingum av veðurlagsbroyting og oyddum viðavøkstri.
Tað fullkomna er fíggindi hjá tí góða
Skulu vit taka nakað av súrum útláti við, so er vandin at roynt verður eftir loysnum ið ikki bera til. Umleggingar til lægri útlát fara at kosta hundraðtals milliardir, sjálvt tey fátøku londini skulu helst brúka upphæddir ið fara uppum billiardina í okkara pengum. Slíkar upphæddir krevja bæði stóran stuðul frá teimum ríkaru og at skipað verður fyri handli við CO2-kvotum. Jú víðgogndari málini, jú verri verður at fremja hetta. Munurin ímillum 1½ og 2 hitastig, munurim ímillum 350 og 450 ppm av CO2, munurin ímillum javnvág í 2050 ella 2080 er øgiligur, tá ið vit skulu umseta hesi mál til avgjøld, avmarkingar og avgerðir. Verður ikki útint og ikki hildið eftirlit og ikki fylgt upp, kann alt steðga, tí ongin vil vera – sum maldivin segði – tann fyrsti at leypa. Maldivarnir hava sett síni mál – og meina tey helst, men hvussu við Frakklandi, hvussu við restini av ES, hvussu við menningarlondum ið vilja minka um fátækradømi og svongd samstundis, hvussu við kreppuraktum londum við arbeiðsloysi?
Eisini spyrja fleiri, hvussu við alternativum? Er kanska betri at goyma kolsúrni, sproyta sjógv upp í loft at skapa fleiri skýggj ella á annan hátt byrgja fyri sólini? – er CO2 útlátsminkan veruliga einasta og rættasta málið?
Og so er størsti spurningurin loksins: hvat við USA?
Barack Obama vildi ikki tosa um mál og mátbarar eindir. Denturin hjá honum var á, at USA ger meira enn nakrantíð, at íløgur verða gjørdar sum ongantíð fyrr, at arbeiðspláss, vinna og sparingar fyri brúkaran eru í at fara frá (útlendsku) oljuni til varandi orku, orkusparingar og strangari krøv. Hetta kann vera ábending um, at hann longu hevur givið uppat at vera við í Keypmannahavnarskjalinum, men kann eisini vera fyrireiking til at fáa landsmenn at taka undir við tillaðingum – tí tær loysa seg!
Sigandi var tó, at tey stóru amerikansku bløðini morgunin fyri ráðstevnuna gjørdu nógv burturúr stríðnum hjá Obama við guvernørin í New York (vil hava hann ikki at stilla uppaftur) og støðu hansara til onnur innanríkismál, men valla nevndu veðurlagstindafundin – eisini hóast óvanliga nógv regn hevur ført við sær mikla og sjálsama flóð millum annað í statinum Georgia – amerikumenn ræðast helst skatt verri enn flóðaldur.