- Vit eiga at hyggja nærri eftir hesum

- Vit hava ein trupulleika hjá nøkrum fáum, men trupulleikin er øgiliga stórur hjá teimum fáu, heldur Katrin Kallsberg

Katrin Kallsberg hevur ikki tikið støðu til tað ítøkiliga uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir enn, men prinsipielt er hon positiv um tankan um løgfrøðiligt kynsskifti. Tjóðveldi hevur sum flokkur onga greiða niðurstøðu um málið enn, og hetta persónliga meiningin hjá Katrini Kallsberg.

 

- Eg veit enn ikki, hvørja støðu eg havi til tað ítøkiliga uppskotið. Men eg eri absolutt positiv fyri, at mann fær møguleika fyri løgfrøðiligum kynsskifti í Føroyum, og vit eiga at hyggja nærri eftir hesum, sigur Katrin Kallsberg.

  

Katrin Kallsberg er lækni og veit frá læknaheiminum, at hetta er ein veruligur trupulleiki hjá fleiri. Hon vísir á, at har eru nógv ting, sum eru avbjóðandi fyri tvørkynd í Føroyum, og hetta eigur mann at kunna taka betur atlit til.

 

- Høvuðsfokus eigur at vera, at vit hava ein trupulleika hjá nøkrum heilt fáum, men trupulleikin er øgiliga stórur hjá teimum heilt fáu. Hetta eiga vit at kunna loysa. Tvørkynd eru ein minnilutabólkur í einum minnilutabólki, so tey hava ordiliga tørv á, at vit berjast fyri teirra rættindum.

 

Um hetta skal gerast sum núverandi uppskot mælir til, dugir hon ikki at svara uppá enn. Hon vil kanna málið nærri fyri at vita, um hatta er rætti mátin, ella um har eru aðrir márar at gera tað uppá.

 

Bill Justinussen úr Miðflokkinum er alt annað enn samdur við tjóðveldiskvinnuni, Katrin Kallsberg. Les eisini: Bill Justinussen: - Vit eru skapt, sum vit eru skapt

 

Les meira um uppskotið um løgfrøðiligt kynsskifti her.