Eiga ikki at frásiga okkum rættin til tilfeingið

- Eg haldi, at myndugleikar, grindamannafelag og serfrøðin á økinum í felag eigur at finna út av, hvussu tekniski spurningurin kann loysast, og hvussu vit annars eiga at fyrihalda okkum til springara í framtíðini, sigur Aksel V. Johannesen.

 

- Eg haldi ikki, at vit eiga at frásiga okkum rættin til at gagnnýta tilfeingið í havinum og soleiðis banna eitt nú drápi av springara. Men, vit eiga at tryggja, at vit hava tey amboð, sum skulu til, og at drápið er so humanistiskt, sum tað yvirhøvur ber til.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins og fyrrverandi løgmaður um spurningin, hvørt vit eiga at gevast við at drepa springara ella ei.

- Tað hevur ikki verið so vanligt at halda springarum til í Føroyum. Eru bátar farnir út í fjørðin, tí tað hevur verið hildið at vera grind, hevur verið vanligt at venda aftur og latið springararnar fara.

 

Men, spnigarar eru onkuntíð upp í, tá grind verður hildin til.

Aksel V. Johannesen heldur, at tað, sum í fyrsta lagi er avgerandi, er, at tilfeingið er burðardygt og ikki minni, at avlívingin fer fram so humanistiskt sum gjørligt.

 

- Eins og við grindadrápinum, eiga vit at hava tekniskar loysnir, sum gera, at eisini springarar, sum eru upp í einum grindabólki og gera landgongd, kunnu avlívast eftir so stuttari tíð sum gjørligt, sigur hann.

 

Formaður Javnaðarfloksins væntar ikki, at nakað uppskot fer at koma um, at Føroyar skulu frásiga sær rættin at drepa springara.

 

- Eg haldi, at myndugleikar, grindamannafelag og serfrøðin á økinum í felag eigur at finna út av, hvussu tekniski spurningurin kann loysast, og hvussu vit annars eiga at fyrihalda okkum til springara í framtíðini, sigur Aksel V. Johannesen.