Í dag verður G! Festivalurin heiðraður við einum nýggjum lagið við heitinum ?Vit Elska G!?. Teksturin er føroyskur, meðan lagið er lánt frá Michael Jackson, ?We are the World? Sangurin var fyri løtu síðani spældur fyri fyrstu ferð, og var hetta á Rás2, tá ið Klæmint Isaksen, stigtakari til lagið, vitjaði í rásarúminum í Gøtu.
-Vit komu fram á hugskotið, at prenta lagið á eina fløgu í samband við G!, fyri trimum døgum síðani, og hava arbeitt døgndrift hesar dagarnir, sigur Klæmint Isaksen, stigtakari við Rás2.
Víðari sigur hann.
-Petur er tann, sum upprunaliga fann uppá navnið G!, og tí er tað nakað serstakt fyri okkum, at hann eisini er við í lagnum til heiðurs fyri G! Festivalinum, sigur Klæmint Isaksen.
Sangarar í nýggja lagnum eru Nikolina Midjord, Jógvan Joensen, Esben Jacobsen, Kristian Bærendsen, Alvin Justinussen, Flemming Petersen, Petur Pólson og Klæmint Isaksen. Og 5. Flokkur í Gøtu Skúla hevur eisini staðið fyri sanginum í lagnum Vit Elska G!
Høgni Klakstein hevur staðið fyri upptøkunum og ljóðblandingini, og Rema Studio hevur lagt síðstu hond á verkið.
Nýggja fløgan verður ikki sett til sølu í vanligu handlum kring landið, men festivalgestir á G! fáa um vikuskiftið møguleika, at ogna sær nýggju fløguna.
Stigtakari til lagið er sostatt Klæmint Isaksen, og er tað fyritøka hansara KaKa, ið hevur framleitt lagið. KaKa er ein fyritøka, ið fæst við nærum alt innan mentan. Nevnast kann sjónleik, samskipan, festivalar, málningalist, skeið innan filmsvirksemi og mangt annað.
Lagið var fyrstu ferð at hoyra á palli til kabarettina í Runavík í farna árið, og er nú at fáa í Gøtu.