Á Frigg Festivalinum koma fleiri kendir tónleikarar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi at framføra. Ein føroyskur bólkur, sum serliga er kendur fyri at fáa øll at syngja við er Páll Finnur Páll, ið skal framføra á Frigg leygarkvøldið kl 20.30.
Finnur Koba, forsangarin í Páll Finnur Páll sigur, at teir eru sera spentir til leygarkvøldið.
- Vit hava vita um tað í skjótt eitt ár, og hava tosa nógv um tað, so vit eru øgiliga spentir. Vit hava havt venjingarlegu við Frigg fyri eygað, og hava vant fleiri sangir av tí nýggju fløguni, ið vit vanligvís ikki framføra, og kanska okkurt nýtt eisini. Tá allir koma niður hóskvøldið fara vit eisini at venja eitt sindur á Øresundskollegiunum. sigur Finnur Koba.
Páll Finnur Páll hava fyri tað mesta framført fyri føroyingum, bæði í Føroyum og í Keypmannahavn, men at framføra á einum Norðurlendskum festivali er nakað heilt nýtt.
- Nú veit eg ikki hvussu nógvir útlendingar koma. At spæla fyri útisetum passar okkum fínt, teimum hava vit spælt fyri fleiri ferðir, bæði á Norðuratlantsbryggjuni og í Føroyahúsinum, og tað er altíð feitt. Jú fleiri útlendingar koma, jú betur, og so er tað eisini altíð feitt at spæla á einum nýggjum stað, so tað gleða vit okkum til, sigur Finnur.
Páll Finnur Páll ætlar ikki bert at koma á Frigg fyri at framføra, men eisini at hugna sær, og lurta eftir hinum tónleikarunum.
- Vit ætla at verða til allan festivalin og lurta, tí tað eru nógv góð nøvn á skránni. Eg eri serliga spentur uppá tey útlendski nøvnini, bæði Nanook, Kaleo, og sjálvandi Medinu, vit elska allir Medinu, og so er hon eisini single veitst tú, skemtar Finnur at enda.
Síggj skránna fyri Frigg, og les meira um festivalin inni á friggfestival.com