- Eg og mong við mær stúra fyri, at ein vanlukka kann henda. Hetta er sum í tríatiárunum, sigur ísraelski sendiharrin í Svøríki, Zvi Mazel og sipar til, at eftir hansara tykki er jødahatur aftur farið at gera um seg í Evropa.
Sendiharrin hevur elvt til ruðuleika, eftir at hann fríggjadagin oyðilegði eitt listarverk á einari framsýning í Stockholm. Listarverkið var ein lítil bátur við einari mynd av palestinsku kvinnuni Hanadi Jaradat, sum við einari sjálvmorðsbumbu beindi fyri 21 fólkum í Haifa í oktober.
Sambært sendiharranum var verkið ein háðan ímóti teimum, sum doyðu í álopinum. Tað heldur ísraelska stjórnin eisini. Hon hevur kravt, at svenska stjórnin skal taka verkið burtur av framsýningini, men tað vil stjórnin hjá Gøran Persson ikki.
Sunnudagin sendi ísraelska uttanríkisráðið boð eftir svenska sendiharranum har, og í gjár skuldi Zvi Mazel, sendiharri, á fund í svenska uttanríkisráðnum.