Tórshavnar býráð hevur nú samtykt at fólk, sum hava arbeitt hjá kommununi í 30-40 ár, skulu fáa heiðurstekn fyri trúgva tænastu. Eisini býráðslimir og borgarstjórar skulu kunna fáa heiðursteknið, og tað skulu eisini onnur fólk sum heild, ið hava avrikað nakað heilt serstakt, og sum ganga undan sum góðar fyrimyndir. Í hesum sambandi hevur býráðið eisini gjørt eitt spildurnýtt heiðurstekn til endamálið.
Les meiri her. Havnarfólk sum skara fram úr skulu fáa eitt nýtt heiðursmerki
Tá ið býráðið viðgjørdi málið í gjárkvøldið, vóru tað verri enn øll, sum eru so heit fyri hesum. Gunvør Balle, býráðslimur vísti á, at tá ið Løgtingið viðgjørdi eitt mál um at lata úrmælingum av ymsum slagi eitt heiðursmerki, var Javnaðarflokkurin tann einasti flokkurin, sum var ímóti, tí tey taka ikki undir við at eitt úrvalslið av fólki verður heiðrað upp á tann mátan. Men í Tórshavnar Býráð gongur Javnaðarflokkurin undan at heiðra úrmælingar.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur, at vit eru ov smálig at heiðra fólki fyri serstaka tænastu og hann vísir á, at tað er summi, sum, av hugsjónarligum orsøkum, ikki vilja hava eitt danskt heiðurstekn.
Annfinn Brekkstein heldur, at øll, sum hava verið borgarstjóri í Havn, hava uppiborið at fáa eitt heiðurstekn, men býráðslimir kunnu fáa tað á jøvnum føti við onnur, altso tá ið teir hava verið býráðslimir í 30-40 ár.
Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn, tekur undir við hesum, men hon ávarar ímóti at lata politikk koma upp á, tí so missur heiðursteknið virði. Sum reglurnar eru orðaðar, er einki í vegin fyri at borgarstjórin fer Havnina runt uppundir býráðsval við fotografi og hornorkestri at býta heiðurstekn út til vinir og kenningar. Tí leggur hon dent á, at vatntætt skott er ímillum politikarar, og tey, sum gera av, hvør skal hava heiðurstekn – og at reglurnar skulu verða púra greiðar.
Heðin Mortensen tekur undir við hesum, tí slíkt kundi aldrin fallið honum inn, sigur hann. Hinvegin heldur partamanður hansara í Javnaðarflokkinum, Tróndur Sigurðsson, at hetta er fjas, tí starvsfólk hjá býráðnum verða sanniliga heiðrað, tá ið tey hava merkisdagar. Tað ber ikki til at kaga í ein tíðindaportal uttan at síggja, at onkur verður heiðraður.
Tá ið avtornaði atkvøddu átta býráðslimir fyri. Teir vóru Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Súna Mørk, Bjørg Dam, Elsa Berg, Gunvør Balle, Annika Olsen, Birgir Nielsen. Fimm býráðslimir atkvøddu blankt, nevniliga Kári Johansen, Kristianna Winther Poulsen, Tróndur Sigurðsson, Jákup Dam og Ruth Vang.