­ Vit eru krumtappurin í heilsuverkinum

Kanningar allastaðni í heiminum og eisini í USA vísa, at jú fleiri fólk verða viðgjørd í primer heilsusektorinum, tess bíligari verður kostnaðurin av øllum heilsuverkinum.Góð 94 pst. av øllum sjúklingunum fara bert til kommunulæknan, og av teimum fara seks pst. víðari til serlækna og sjúkrahúsviðgerð, sigur Kaj Kallsberg, kommunulækni, sum m.a. sigur, at kommunulæknaskipanin í Havn er fyri so stórum arbeiðstrýsti, at tað er en spurningur um tíð, hvussu leingi kommunulæknarnir halda til arbeiðsbyrðuna

Tá Sosialurin fyri nøkrum døgum síðani gjørdi avtalu við Kaj Kallsberg um hesa samrøðu, vóru bert tríggir av teimum sjey kommunulæknunum í Havn til arbeiðis.

Ein var í avspáking og hinir vóru á læknaskeið. Hetta er nýggj skipan, sum sigur, at kommunulæknar skulu tilsamans verða á skeið 50 tímar um árið.

Hava teir ikki uppfylt kvotuna í fimm ár, kunnu kommunulæknar missa pappírini.Tað er eisini neyðugt hjá kommunulæknum at fara á hesi skeið, av tí at so nógv nýtt kemur fram innan læknavísundina, sum læknar skulu hava vitan um í hesum arbeiði.

Soleiðis vóru arbeiðsviðurskiftini tann dagin, og hóast avtalu við Kaj Kallsberg, so kundu vit altíð vænta, at prátið varð av ongum, tí kommunulæknin ongantíð fleiri dagar fram kann siga, hvussu umstøðurnar vóru, tá tann tíðin kom.


Torført at

skipa arbeiði

Tað eydnaðist kortini. Kaj Kallsberg hevur havt náttavakt, og fór seks ferðir hesa náttina at vitja sjúklingar. Dagin eftir náttarvakt, hevur læknin frí, men tó so, seks bráðfeingis sjúklingar bíðaðu í viðtaluhølinum henda morgunin. Vit fingu kortini stundir at tosa um arbeiðsviðurskiftini hjá kommunulæknum í Havn.

Kaj Kallsberg er 55 ára gamal,og hevur stavast sum kommunulækni í 21 ár, harav 18 seinastu árini í Havn.

Arbeiðstíðin hjá kommunulæknunum í Havn er umleið 65 tímar um vikuna. Tað er eini 13 tímar um dagin..

­ Trupulleikin í Havn er, at vit eru alt ov fáir læknar til ov nógv fólk, sigur Kaj Kallsberg.

Hann myndar frásagnina við tølum. Sjey kommunulæknar eru tøkir, og teir býta millum sín 2363 fastar íbúgvar, fyri hvønn lækna.

Í Danmark er talið hægst 1400 fyri hvønn kommunulækna. Miðaltalið í Havn er 1767, fyri hvønn lækna.

Hann sammetir við Bornholm, har 45.000 fólk búgva. Har eru 34 kommunulæknar.

­ Um vit skulu sammett við føroysk viðurskifti, so áttu tað at verið 11 kommunulæknar í Havn.

Tað hevur eisini sínar vansar við sær fyri tann einstaka, sum skal hava orð á læknan.


Samskiftið er trupult

Øll kenna umstøðurnar, tá boð skulu sendast kommunulæknanum, eitt nú til telefonviðtalu um morgunin. Tað er neyvan ov nógv sagt, at ein hálvur arbeiðsdagur skal avsetast at halda vakt við telefonin, um tað skuldi eydnast at sleppa ígjøgnum, og fáa avgreitt eina resept, ella biða um tíð at fáa viðtal við læknan.

­ Um arbeiðsbyrðan er so stór, hvussu prioritera læknarnir so sítt árbeiði?

­ Tað ber illa til at prioritera eitt mál fram um annað. Alt er álvarsligt fyri tann einstaka, sum leitar sær læknahjálp, sigur Kaj Kallsberg.

­ Fólk hava kortini ymsan tørv. Nøkur koma til okkara tí tey eru sjúk og onnur eru frísk, men øll hava týðandi ørindi til okkara.

Fyri at taka eitt dømi fram, sigur Kaj Kallsberg frá einum, sum skal umborð á flakatrolara, og skal hava tvær heilsuváttanir: eina sum váttar at viðkomandi er frískur, og eina fyri at hann ikki ber smittu við sær.

­ Hetta er tyngjandi arbeiði í gerandisdegnum, serliga um t.d. ein deyðasjúk kona situr og bíðar eftir at sleppa til.

­ Hon skal kanska leggjast inn á sjúkrahús o.s.fr., men eg kann ikki siga,hvat er týdningarmest: maðurin, sum skal til skips ella deyðasjúka konan?

Annar partur í arbeiðinum er at koppseta børn og at gera fyribyrgjandi barnakanningar. Øll fyribyrging er gjørd við tí fyri eygað, at lofta teimum 10 pst.¹unum, sum ikki koma til læknan.

­ Hjá 90 pst. av børnunum er alt í lagi, og tað er ikki neyðugt viðgerð, men bert eitt tilboð. Og kortini skal tilboðið vera har, sigur Kaj Kallsberg.


Hypokondarar kunnu eisini gerast sjúkir

­ Tað eru ivaleyst eisini tey, sum koma til læknan, ið eru frísk, men bert vilja vissa seg um, at tey ikki eru sjúk?

­ Jú, tað eru tey, vit kalla hypokondarar ella sjúkurædd fólk. Eg ræðist, um hesi fólk gerast veruliga sjúk, og at eg ikki skal leggja tað til merkis. Eisini hava hypokondarar brúk fyri at koma til læknan, fyri at vissa seg um, at alt er í lagi, sigur Kaj Kallsberg.

­ Hvussu við teimum, sum hava bráðfeingis brúk fyri viðgerð. Kann tað ikki koma í kløtur, tá so nógv annað er at gera?

­ Tað verður altíð avsett ávís tíð til bráðfeingis sjúklingar, og teir eru eisini fleiri í tali hvønn dag.

Í 1984 fóru vit undir bíleggingarskipan, har fólk kundu fáa ávísa tíð til viðtal. Tey fyrstu árini førdu vit hagtøl. Eftir hesum tølum meta vit um, hvussu nógv tíð verður avsett til bráðfeingis viðtal hvønn dag, sigur Kaj Kallsberg, sum ikki kann torga at fólk sita og bíða í bíðirúminum. Tá ringja tey heldur til fólk, sum hava fingið tíð, um so er, at okkurt óvæntað hendir sum ger, og avtalan ikki heldur.


Flótandi ábyrgd

­ Hvør hevur eftirliti við at kommunulæknaskipanin virkar?

­ Tað er í veruleikanum ógvuliga flótandi, og í veruleikanum hevur eingin ábyrgd av skipanini. ­ Landslæknin hevur eftirlit við starvsfólkinum í heilsuverkinum, men hann hevur einki við okkara læknaskipan at gera, sigur Kaj Kallsberg.

Harnæst hava kommunurnar ábyrgd av at læknahøli eru tøk til kommunulæknar.

Tað er Landsstýrið, sum rindar kommunulæknum eitt fast gjald. Tað er 9.000 krónur um mánðin, og hin parturin av inntøkuni fer um sjúkrakassaskipanina.


Heilsumálastýrið bert fyri sjúkrahúsverkið

­ Seinast hava vit fingið Heilsumálastýri, men tað er bert bygt upp um at fáa sjúkrahúsverkið at virka, sigur Kaj kallsberg.

­ Hóast kommunulæknaskipanin er krumtappurin í heilsuverkinum, eru vit í veruleikanum autonomir ella sjálvstýrandi, sigur kommunulækning, sum tó kann upplýsa, at Landsstýrið arbeiðir við kommunulæknalóg, ið vónandi verður løgt niðan í tingið í ár.

­ Ætlanin er, at Landsstýrið frameftir skal verða myndugleikin fyri kommunulæknaskipanini, sigur kommunulæknin.

At Havnin er miðstaðarøki, speglast eisini aftur í arbeiðinum hjá kommunu-læknunum.

Nógv fólk gongur í skúla í Havn, eins og nógv fólk á bygd arbeiða í Havn, og tey hava eisini brúk fyri læknanum av og á. Umframt tað koma nógvir sjúklingar av bygd í viðgerð á Landssjúkrahúsinum. Hesi verða útskrivað so skjótt sum til ber, til ætt og kenningar at taka sær av.

Úrslitið er ofta, at sjúklingar á bygd ikki hætta sær heimaftur beinanvegin, og tí verða tey verandi í Havn.


Steinur oman á byrðu

Hesir, eins og aðrir sjúklingar hava krav at fáa viðgerð, og tað er tí eisini uppgáva hjá kommunulæknum og heimasjúkrasystrum, at átaka sær hetta arbeiðið.

Kaj Kallsberg sigur, at tað er steinur omaná byrðu, at sjúklingar verða so skjótt útskrivaðir, og at primer heilsuskipanin ikki er útbygt til hesa uppgávu.

­ Vit hava ov nógv at gera sum er. Harnæst er eingin samanbering møgulig við tað, at vit eisini eru ov fáir kommunulæknar, og tí ikki hava ógvuliga lítið yvirskot til yvirhøvur fylgja við gondini, hóast fólk ikki ganga óneyðuga nógv til lækna.

Í 1988 gjørd Kaj Kallsberg eina kanning, sum vísti, at 90 pst. av sjúklingunum bert komu eina ferð til lækna. 1,7 pst. vóru innløgd og 0,4 pst, vóru send til ambulanta viðgerð, 3.4 pst. til røntgenkanningar og 4.3 pst. til serlæknar.

­ Í dag fara 94 pst. fólk til kommunulækna, og bert 6 pst. fara víðari til serlækna og sjúkrahúsverkið.

Kanningar allastaðni, eisini í USA vísa, at jú fleiri fólk verða viðgjørd í primersektorinum, tess bíligari verður samlaði kostnaðurin av heilsuverkinum, sigur Kaj Kallsberg, sum eisini ger vart við álvarsligu útlitini fyri, at eingir læknar útbúgva seg innan kommunulæknaskipanina.


Teir yngru vilja ikki vera kommunulæknar

­ Flestu kommunulæknar í Havn eru um 50 - 60 ára aldur. Um 10 ár eru flestu okkara farnir frá, men eingir læknar eru tøkir at taka yvir, tá vit gevast.

­ Ein álvarsligur vansi er, at koma ikki fleiri kommunulæknar, verða fleiri sjúklingar vístir til sjúkrahúsverkið, sum tá skal brúka enn meira pening enn í dag.

Kommunulæknarnir kunnu eisini blokera heilsuverkið við ikki at vilja arbeiða, so nógv sum vit gera nú. Vit royna eftir førimuni at gera okkara arbeið til lítar, men stóra at arbeiðstrýstið førir til strongd, og vit kunnu ongantíð verða vissir í, at vit gera alt nóg væl, sigur Kaj Kallsberg og vísir til dømi, har sambandið millum sjúkrahús og primer heilsusektorin gerst meira tyngjandi enn hægst neyðugt.


Vánaligt samstarv við Landssjúkrahúsið

Hann greiðir frá sjúklingi, sum fekk skurðviðgerð, har ein lutur var settur inn í bein ella mjødn.

­ Sjúklingurin var av bygd, men hættaði sær ikki heimaftur, og fór tí til sonin í Havn at búgva. Tá sjúklingurin fekk ringa pínu, og tað tóktist sum var bruni komin í, valdi eg at leggja sjúklingin inn, fyri at fáa kannað, hvat var galið.

Jú, sjúklingurin var innlagdur ein dag, sendur til røntgenviðgerð, har yngsti læknin á deildini stóð fyri kanningini. Næsta dag varð sjúklingurin útskrivaður, hóast pínan ikki var batnað.

­ Eg ringdi út á Landssjúkarhúsið fyri at vita, hvat læknarnir har vóru komnir til, men so var læknin ikki at hitta, ella eingin visti, hvar málið var o.s.fr..

­ Eg brúkti hópin av tíð upp á, at fáa eina frágreiðing frá Landssjúkrahúsinum um, hvat feilti sjúklinginum, sum hevði eins nógva pínu og áðrenn hann fór út á Landssjúkrahúsið.

­ Ímyndað tær, hvussu nógv fólk vóru rakt av bara hesum málinum: heimasjúkrasystirin, familjan, sjúklingurin og læknin. Og hugsa tær, hvussu nógva strongd tað gav øllum pørtum, at ikki greið boð vóru send av Landssjúkrahúsinum beinanvegin, sigur Kaj Kallsberg og leggur aftrat: og so var tað ikki sjúklingur, sum hann hevði ábyrgdina av.


Læknar merktir

av strongd

­ Gerast læknar kensluleysir av strongd?

­ Jú, ivaleyst er okkurt um tað, tá so nógv er um at vera. Læknarnir á Landssjúkrahúsinum eru eisini strongdir og halda sum so, at teir vilja ikki hava røktarsjúklingar liggjandi á sjúkrahúsinum, sigur Kaj Kallsberg.

Hann heldur tað vera vónleyst við hvørt, tí arbeiðstrýstið er so stórt.

Hvønn dag skulu eini 30 fólk í telefonviðtal við kommunulæknan, umframt at eini 25 -28 fólk koma til læknan, umframt bráðfeingis viðtalan, sum eru fleiri hvønn dag.

­ Vanliga verður mett, at um ein kommunulækni hevur 12 - 18 fólk, sum koma til viðtalu, er nóg mikið fyri ein lækna.


Virka illa sosialt

­ Hvør hjálpir læknum, sum hjálpa øðrum, fyri at fóta sær í arbeiðinum?

­ Vit kommunulæknar hittast einaferð um mánaðin, har vit skifta orð um ymisk mál, vit hava við at gera um dagarnar, men vit tosa sjáldan um okkara arbeiðstrupulleikar.

­ Tá tú hevur verið virkin kommunulækni í so nógv ár, duga vit at arbeiða, og kenna flestu trupulleikarnar, vit koma fyri dagliga. Tað bøtir um støðuna, men er als ikki nóg mikið.

­ Eisini læknar kunnu fáa sjúku, og tað hendirmeir enn so eisini okkum. Eg havi verið sjúkur, orsakað av ov stórum arbeiðstrýsti.

­ Tá fór eg eisini á skeið, sum snúði seg um at læra at arbeiða við trupulleikum, og at duga at bera seg undan.

Kommunulæknin heldur, at teir virka ikki so væl í sosiala lívinum. Læknin er móður av at tosa við fólk allan dagin, og hevur brúk fyri friði aftaná arbeiðstíð.

­ Tað liggur altíð ein ótti og lúrir, um vit nú hava gjørt tað rætta viðvíkjandi teimum sjúklingum, sum vit hava havt við at gera um dagin. Læknin tekur arbeiðið í huganum við sær heim, aftaná drúgvan arbeiðsdag.

Læknin tímir heldur ikki so væl út millum fólk í frítíðini, av tí at flest fólk vilja tosa við hann um sjúkur. Tað er ikki júst tað, ein hevur hug at tosa um, tá arbeiðsdagurin er av, sigur Kaj Kallsberg.


Syngur í kóri og spælir golf í frítíðini

Hann hevur tó fleiri ítriv at taka til, eitt nú spæla golf um veturin - um summarið dyrkar bóndin bøin - og hann svimur tríggjar ferðir um vikuna, hevur bát og stóran urtagarð, eins og hann syngur í kóri.

­ Hvat heldur tú kundi verið gjørt øðrvísi og betur í kommunulæknaskipnini, í samstarvinum við sjúkrahúsverkið?

­ Tað er fyrst og fremst neyðugt at seta fleiri kommunulæknar í Havn. Vit hava tí víst á, at trupulleikarnir kunnu loysast við at seta ein kommunulækna aftrat árliga, fimm tey komandi árini. Tað hevði bøtt um støðuna.

­ Veruleikin er, at vit hava alt ov nógv at gera, og at vit eru niðurundirkomnir og klára ikki hetta arbeiðstrýstið meir, sigur Kaj Kallsberg og vísir á, at myndugleikarnir mugu skilja, at málið er álvarsligt, og at áheitanin hjá Kommunulæknafelagnum er tekin um tørvin, og er tað mótsetta av at taka arbeiði frá hvørjum øðrum.

­ Vóru arbeiðsumstøðurnar ikki so tyngjandi hjá okkum, og arbeiðstrýstið ikki ov stórt, hevði eingin kommunulækni góðtikið, at fleiri størv vóru sett í Tórshavnar Kommunu, sigur Kaj Kallsberg.