Vit eru øll í bíðistøðu

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, nú freistin at gera sáttmála við P/F Skálafjarðartunnulin er farin. Óvist er, hvørja lagnu Skálafjarðartunnilin fær, og øll bíða eftir, hvat nýggir eigarar av Eik Banka fara at gera.

- Verkætlanin liggur í einari ávísari óvissu, og tað er rætt, at freistin av gera sáttmála við hetta eina felagið er gingin út, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

Hon er eins og øll onnur í einari bíðistøðu at vita, hvat hendir við Eik Banka og harvið helminginum hjá Eik Grunninum í verkætlanini.

- Við virðing fyri tí felag, sum vit hava ligið í samráðingum við í longri tíð, teimum kanningum, sum gjørdar eru og annað, og teirri sannroynd, at vit ikki hava fingið nøkur boð um at felagið hevur givið skarvin yvir, eru vit í einari bíðistøðu, sigur Annika Olsen.

Hon dugir ikki at siga, hvat fer at henda um tað vísir seg, at parturin hjá Eik í verkætlanini hvørvur.

- Tað er sjálvandi møguleiki at bjóða verkætlanina út soleiðis, sum lógin heimilar, men tað er ikki viðgjørt í landsstýrinum hvat gerast skal, um henda loysnin vísir seg ikki at kunna gjøgnumførast, sigur Annika Olsen.

Hon vísir tó á, at tað erui mong, ið hava áhuga í at verkætlanin verður framd.

- Eg vóni veruliga, at verkætlanin sær dagsins ljós, tí hon hevur alstóran týdning, ikki bert fyri samferðslukerviðp, men fyri alt Føroya land, sigur Annika Olsen.

Hon sigur, at tað kortini ikki liggur í kortunum, at landið sjálvt fer at standa fyri verkætlanini.

- Tað, sum stendur í samgonguskjalinum, og tað, sum samgongan er samd um, er, at verkætlanin skal fremjast av privatum, sigur Annika Olsen.