­ Vit eru øll partar av heimssamfelagnum

Tað er greitt, at vit í Danmark eins og tit í Føroyum, eru áhugaði fyri at Føroyar kunnu virka sum sjálvberandi samfelag, ið leggur til síðis í góðum tíðum at standa ímóti við í vánaligum tíðum. Tað gera vit eisini í Danmark, sigur Poul Nyrup Rasmussen, sum í gjár hitti Landsstýrið og tinglimir

­ Eg noyðist at ásanna, at hýrurin á tinghúsloftinum er betri í dag, enn tá eg seinast hitti tinglimir, sigur Nyrup Rasmussen, tá vit hittu hann í tinghúsinum aftaná fundin.

­ Vit fingu eitt gott prát, eins og eg greiddi frá, hvørji mál eg hevði tosað við Landsstýrið um í morgun. Eitt nú ES handslsáttmálan, fiskivinnu, og marknamálið við bretar, eins og um búskaparstøðuna í Føroyum fyrr og í framtíðini.

Nyrup Rasmussen legði serliga til merkis, at allir flokkar nú í álvara tosa um støðuna í ríkisfelagsskapinum.

Tað heldur hann er gagnligt, men danir fara at bíða eftir, hvørja niðurstøðu føroyingar koma til.

­ Eg gav teimum tó tey ráðini, at royna at fáa eina so breiða semju sum tilber í Tinginum soleiðis, at tá endaliga støða skal takast til framtíðina, verður gjørt á breiðum og haldgóðum grundarlag, ið gevur fólkinum møguleika at taka støðu, sigur Nyrup Rasmussen.

Hann heldur tað vera skeivt at meta um framtíðina út frá búskaparstøðuna júst nú, men fegnast um at tað hevur gingið væl í seinastuni.

­ Vit í Danmark kunnu fegnast saman við tykkum, at tað gongur væl. Tað var ætlanin við juni-avtaluni, at Føroyar skuldu virka sum sjálvberandi samfelag.

­ Tað merkir, at tit í góðumtíðum mugu seta til viks, at standa ímóti við í vánaligum tíðum.

Hetta gera vit eisini Danmark, eins og aðrastaðni, tí vit eru ein partur av heimssamfelagnum, sum hevur ávirkan á búskaparstøðuna í flestu londum, segði Nyrup Rasmussen, áðrennhann fór at eta morgunmat við tinglimunum.

Anfinn Kallsberg sigur um fundin í Landsstýrinum fríggjamorgunin, at Nyrup Rasmussen m.a. varð kunnaður um sjálvstýrismálið og hvussu Landsstýri ætlar sær at skipa arbeiðið.

­ Harnæst var flogvallarmálið viðgjørt, og forsætisráðharrin segði, at ein arbeiðsbólkur skal setast í Danmark, sum skal fyrireika málið. Arbeiðið skal verða liðugur í desember mánað í ár, sigur Anfinn Kallsberg.

Støða skal takast til leingjan av flogvøllinum og glíðibreyt skal gerast, sum tryggjar flogferðsluna betur enn í dag.

Um yvirtøkuna av flog vøllinum varð eisini tosað um at hann gevur einar 8 - 9 mió. krónur í undirskoti árliga, og hvussu tað skal ávirka yvirtøkuna.

Tyrlan hjá sjóverjuni, sum ikki er tøk í vetur, var eisini umrødd í Tinganesi.

­ Nyrup Rasmussen segði m.a., at arbeitt var við málinum í Danmark, og at hann vildi loysa málið.

­ Tað er ikki av illvilja, at einginm tyrla er tøk í vetur. Orsøkin er stutt sagt, at helmingurin av flogskiparunum í eru farnir í privata vinnu.

Eisini málið um Sigmund Andreasen, sum situr á oynni Reunion, var umrøtt í Tinganesi. Forsætisráðharrin greiddi frá, hvat teir í Danmark høvdu gjørt fyri at loysa málið.

­ Tað er einki ivamál, at danir hava gjørt alt teir eru mentir fyri at loysa trupulleikarnar á hægsta politiska og umsitingarliga støði. Væntaði verður málið loyst seinast í hesum mánaðinum, sigur Anfinn Kallsberg.

Spurdur um tann góði hýrurin nú var komin aftur í samstarvið við danir, ella um hetta bar var vanlig fólkaligheit, sigur Anfinn Kallsberg:

­ Tað er ilt at siga, men Nyrup Rasmussen sigur, at nú bankamálið er loyst, fara vit undir eina nýggja byrjan. Eg kann bert siga, at hýrurin hevur verið góður.

­ Harnæst vil eg eisini siga, at tað er gagnligt at forsætisráðharrin vitjar eitt sindur oftari í framtíðini, tí tað setur eyka gongd á mál, sum annars hava hug at liggja ov leingi á láni, sigur løgmaður.

Hann er eisini bjartskygdur um at verulig útlit eru fyri at marknaðmálið við bretar verður loyst, men vil einki siga um, nær tað hugsandi verður endaliga avgreitt.

Løgmaður tekur eisini fult undir við Nyrup Rasmussen, tá hann sigur, at danir ikki fara at leggja seg út í orðaskiftið í Føroyum um sjálvstýri.

­ Tað er fult í trá við tað, sum Landsstýrið ynskir. Tá vit hava gjørt tað politiska og tekniska arbeiðið í hesum sambandi, vilja danir siga sína hugsan um málið, sigur Anfinn Kallberg, sum seinnapartin í dag fer á útferð við forsætisráðharranum.

Mánadagin hava løgmað-ur og forsætisráðharrin ein fund, áðrenn Nyrup Rasmussen fer aftur til Danmarkar.