Vit eru niðurpínd
- Hóast nógvir politikarar ofta tosa um, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit granska, er veruleikin tann, at vit brúka alsamt minni og minni part av okkara fíggjarligur orku til gransking og menning.
Tað sigur Magnus Danielsen, professari á Fróðskaparsetrinum.
Hann staðfestir, at veruleikin er, at føroyingar brúka alsamt minni og minni part av okkara bruttotjóðarúrtøku til gransking og menning.
- Vinnuvitan upplýsti ein dagin, at í 2008 fer granskingin at fáa fimm milliónir krónur afturat. Lagt verður afturat, at av teimum skulu 1,8 millión brúkast til KST útbúgvingar.
-Veruleikin er, at sambært OECD, er hægri útbúgving ikki flokkað sum gransking, hóast talan er um vísindaligt arbeiði.
- Sostatt fer granskingin ikki at fáa fimm milliónir afturat næsta ár, men góðar tríggjar milliónir. Tær skulu so aftur býtast ímillum granskingargrunnin, sum fær tvær milliónir og fiskivinnugranskingina, sum fær eina millión krónur.
Í 2003 gjørdi granskingarráðið upp, at føroyska kvotan til gransking og menning hetta árið, var 84 milliónir.
- Hetta var upphæddin, vit brúktu til gransking í 2003 og her er talan um bæði almenna og privata játtan.
Eitt nú játtaðu oljufeløgini hampiliga stórar upphæddir til gransking í 2003 og tí var játtanin í 2003 kanska størri enn árini frammanundan, men kanska eisini størri enn árini síðani.
Hann sigur, at síðani 2003 er ongin dagførd skjalprógvað uppgerð komin á borðið, men mett verður ikki, at upphæddin er nógv størri nú.
Men tað merkir so aftur, at landskassin letur ikki serliga nógv til gransking í Føroyum.
Regulerað fall
Magnus Danielsen sigur, at í krónum er játtanin til gransking á fíggjarlógini hækkað tríggjar milliónir krónur.
Árliga játtanin til gransking er 84 milliónir krónur og sostatt er talan um ein vøkstur upp á 3,6%
- Men hetta merkir ikki, at talan er um ein veruligan vøkstur. Tvørturímóti er játtanin til gransking ein fallandi partur av bruttotjóðarúrtøkuni og hækkingin næsta ár, kann í besta føri metast sum at fallið verður regulerað eitt sindur.
Magnus Danielsen sigur, at samstundis sum at játtanin til gransking hækkar í 3,6% í krónum næsta ár, má eisini staðfestast, at Landsbankin hevur gjørt upp í juni í ár, at bruttotjóðarúrtøkan nú veksur 8 % um árið og harafturat verður mett, at eisini lønarvøksturin hevur verið eini 8 % um árið.
- Sostatt er veruleikin, at næsta ár falla íløgurnar til gransking og menning yvir 4 % í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, tá í alt annað annars er óbroytt.
Magnus Danielsen vísir á, at OECD hevur mælt til, at hvørt land eigur at brúka 3 % av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking og menning.
Samstundis heldur OECD, at tað er hóskandi, at av hesum, eigur tað almenna at lata 1% og vinnulívið 2%.
Men í smáum londum við veikum vinnulívi, eigur tað almenna at átaka sær størri byrðu í hesum sambandi. Og veruleikin er eisini, at vinnan í Føroyum brúkar ímillum nakað og onki til gransking.
- Í 2003 brúktu føroyingar 0,87% av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking og menning og talið er neyvan hækkað síðani. Hetta er munandi minni enn 3%, sum OECD mælir til.
Professarin á Fróðskaparsetrinum metir leyðsliga, at landskassin fíggjar ikki meiri enn 0,5% av tí, sum granskað verður og tað er eitt tal, sum er nógv minni enn tað, sum OECD mælir til.
- Í 2003 var bruttotjóðarúrtøkan 9,7 milliardir krónur og í 2007 metir Landsbankin, at hon verður 12 milliardir krónur.
- Við eini sokallaðari meirjáttan næsta ár upp á tríggjar milliónir krónur, ið politikararnir bjóða føroyskum granskarum, er veruleikin tann, at játtanin til gransking í Føroyum minkar til 0,72 % av bruttotjóðarúrtøkuni í 2008.
Hann staðfestir, at hetta er ikki ein veruleiki, sum nógv politisk agitatión hevur róð uppundir.
- Ella er tað kanska meiningin at blaka torvmold í eyguni á fólki, spyr hann.
Hann sigur, at er verulig ætlan um at hækka granskingarstigið, er tað ein gongd leið at økja granskingaríløgurnar einar 50 milliónir krónur um árið, uttan at blandað aðrar, óviðkomandi íløgur upp í. Og tann gongdin skuldi hildið fram til játtanin til gransking varð komin upp á 360 milliónir um fimm ár, tí so høvdu vit livað upp til tilmælið frá OECD um at brúka 3% av bruttotjóðarúrtøkuni til endamálið.
Hægri undirvísing er niðurpínd
Magnus Danielsen vísir eisini á, at eftir fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, skal 1,8 millión krónur setast av til nýggjar útbúgvingar, sum eru KT og løgfrøði.
- Tað er ikki eiti á sum politikarar kunnu fáa nógv fyri pengarnar. Hagtøl frá OECD vísa, at í 2004 brúktu framkomin lond umleið 1,4 % Bruttotjóðarúrtøkuni til hægri útbúgvingar.
Hann leggur dent á, at hetta er umframt málsetningin at brúka 3 % gransking og menning.
- Tí átti universitetið í Føroyum at havt eini 2% av bruttotjóðarúrtøkuni til hægri útbúgvingar og gransking, ella einar 250 milliónir í ár.
Men veruleikin er, at í ár fær Fróðskaparsetrið 20 milliónir at arbeiða við, sigur Magnus Danielsen.
Les eisini síðu 8.