Vit eru øll knýtt saman

Tað er ein stór avbjóðing hjá einum leiðara at fáa alt at hanga saman

 

- Onkusvegna eru vit øll knýtt saman og tann størsta avbjóðingin hjá einum leiðara, er at fáa alt at hanga saman.

 

Tað segði Johanna á Bergi, tá ið í dag tók ímóti heiðrinum at verða kosin ársins leiðari.

 

Í dag eri eg stolt av at arbeiða fyri eitt felag, sum varð stovnað í 1919, sama ár, sum Merkið varð teknað.

 

Sostatt eru tað nú 95 ára síðani, at Skipafelagið Føroya, sum tað tá kallaðist, varð stovnað.

 

- Tað er eitt felag, eg eri stolt av at arbeiða fyri, tí ynski okkara er at verða ein viðleikari og at menna og stimbra vinnulív í Føroyum ígjøgnum flutningstænastur.

 

 Trýst á pílina undir myndini og hoyr, hvat Johanna á Bergi hevði at siga á Rás2 um heiðurin, hon fekk í dag.

 

Les eisini. Annika og Johanna eru ársins leiðarar

 

Les eisini: Hugaligt at fáa eitt herðaklapp

 

Síggj fleiri myndir frá ársins leiðaradegi við at TRÝSTA HER