Høgni Hoydal kundi hugsað sær eina breiða samgongu, har Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fara í samgongu.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard vera ein møguleika, tó at hann setir spurnartekin við Fólkaflokkin í núverandi støðu, nú løgmaður hevur bjóðað flokkinum sín sess.
Góð úrslit áður
Her vil eg vísa til samgonguna 1974 - 80, tá Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin vóru í samgongu. Hetta er eitt av bestu samgongunum, tá nógv varð gjørt á sjálvstýrisleið, eins og tað hendi nógv í samfelagnum, sigur Jáonnes Eidesgaard, og heldur, at hetta er ein møguleiki.
Høgni Hoydal nevnir eisini, at hann er ivasamur, tí hann veit ikki hvussu langt Javnaðarflokkurin vil fara á leiðini til loysing?
Vita hava havt eitt ítøkiligt uppskot um stjórnmálanevnd í tinginum, og tað er helst nakað tað sama, sum Høgni sipar til. Tað er vert at umhugsa, serliga tá Tjóðveldið veit, hvat Javnaðarflokkurin stendur fyri, sigur Jóannes Eidesgaard.
Sjálvstýrisflokkurin bíðar við at taka av
Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, vil ikki geva greitt boð uppá, hvussu komandi samgongumøguleikar skulu mynda seg.
Vit hava fingið fleiri áheitanir, tó at tað bert er prát higartil, men av tí at tað eru so nógvir, ymiskir møguleikar, hava vit gjørt av at bíða, og vita hvat hendir, sigur formaðurin í Sjálvstýrisflokknum.
Vilja tit fara í samgongu við Edmundi Joensen á odda?
Nei, tað hava vit boðað frá, at vit ikki gera, ikki við Edmundi Joensen, tí hetta landsstýrið hevur ikki verið arbeiðsført. Tó afturvísa vit ikki samstarv við Sambandsflokkin, við aðrari leiðslu, sigur Helena Dam á Neystabø.
Spurd, hvat er týdningarmest at fáa við í møguligt samgonguskjal, sigur Helena Dam á Neystabø, at tey prioritera hægst at fáa ríkisfelagsskapin á dagskrá, umframt ein konstruktivan búskaparpolitikk, sum mennir okkara inntøkugrundarlag.
Eisini vil Sjálvstýrisflokkurin fáa við í skjalið, at bøtt verður um sosialu viðurskiftini, eitt nú heilsuverkið og pensiónsviðurskiftini.