Vit eru við har tað er stuttligt at vera

Hóast bert 12 umfør eru leikt og 45 stig eru eftir at kappast um, kunnu vit ásanna, at NSÍ liggur á einum trý-deildum fyrstaplássi saman við B 36 og EB/Streymi. Vit eru í odd­inum, har tað er stuttligt at vera. Tíðin fer at vísa, um vit klára at halda út til end­an og náa málinum, vit hava droymt um og kempa fyri, fyrstaplássinum, meist­ar­a­skap­i­num. Ofta hava vit við kapp­ingarbyrjan sett nøsina høgt og sagt, at í ár skal tað verða, men besta úrslitið vit hava nátt higartil, er silvur.

Hvussu eru so møg­u­leik­ar­nir í ár at vinna gull?

Kári P. Højgaard

Varaborgarstjóri

 

NSÍ hevur eitt gott lið í ár. Tíverri má ásannast, at mang­an spælir liðið ikki báð­ar hálvleikirnar við full­ari megi, men tað kemur. Vit hava royndasta venjaran í land­inum, og er tað nakar sum kann leiða NSÍ á sig­urs­kós, so er tað Jóhan Niel­sen. Vit hava fleiri góðar ung­ar spælarar, ið fáa al­t­samt meiri spælitíð á lið­i­num, so eisini framtíðin tyk­ist bjørt hjá felagnum. Aft­asti skansin Jens Martin hev­ur júst runda tey 40 og er “still going strong”, sam­an­um­tikið ein góð blanding av royndum spælarum og ung­um kreftum.

Alt her á fold hevur sína tíð. Hálva øld hevur NSÍ virka og tá ein lítur aft­ur­eft­ir, er nógv broytt hetta tíð­ar­skeið­ið. Serliga minnist eg ein hendingaríkan dyst, tá NSI spældi móti KÍ. Bein­an­veg­in í dystinum, tók Ingolf hjá Bankmanninum fer á, rak allan vegin fram móti mál­i­­num hjá KÍ, har hann hegn­is­liga setti bóltin í neti til eitt null. Spenningurin mill­um heimaáskoðararnar var øgiligur, endiliga skuldu klak­s­­vík­ing­ar basast, men gakk, hetta skuldi vísa seg at blíva einasta máli ið hesum dysti sum NSÍ fekk, har­aft­ur­í­móti fekk KÍ so vítt eg minnist heili tíggju mál, so hetta man vera eitt tað vánaligasta úrslitið hjá NSÍ nakrantíð.

Eisini uttanfyri vøllin eru onn­ur andlit at síggja. Eg haldi at teir eldru livdu meira við í dystinum, enn vit mangan síggja í dag. Var vátt í veðrinum og Niclas skyld­mað­urin hevði hugt eftir tveimum fylgjandi dyst­um, var bøurin sortn­aður, har hann hevði staðið og sparka í vøllin, so nógv livdi hann við í spælinum. Henn­ing, Dia Gaardbo, Mein­hardt hjá Palla, Yddi, Oluf Weihe, Kjartan hjá Júst­in­esi, fyri at nevna nakr­ar av teimum gomlu, ein ser­liga minnist.

Serliga tær yngru deild­ir­nar hjá NSÍ hava megnað at fingið góð útslit. Eitt mið­víst ungdómsarbeiði í hes­um felag, ið er eitt av teim­um størstu feløgunum í land­i­num, hevur borið úrs­lit. Formulaliðið er í topp­i­num, 1. deild í miðjuni, men eitt hjartasuff havi eg til leiðsluna. “Geri eitt mið­víst arbeiði fyri at menna 1 deild kvinnur, áðrenn tær missa hugin og gevast”. Vit hava góðar leikarar, men hóp­ur­in er alt ov tunnur og tveir dystir eru taptir, tí tær ikki fáa manna lið. Gott í tykk­um, lati ikki kvinn­u­fót­ból­t­in detta niður fyri, tað kann verða seinur dagur, áðr­enn hann kemur fyri seg aft­ur.

Sigursvanda útiliðið HB, vitj­ar við Løkin í Runavík í dag. Teir hava eitt gott lið og teir eru svangir eftir at fáa stig, nú tað í lands­kapp­ing­ini ikki hevur gingið sum væntað, og seinasta sunn­u­dag taptu teir lands­kapp­ing­ar­dyst­in móti B 71. Eitt av bløðunum skrivaði, at HB hevði ein veikleika fyri gulum, tí serliga GÍ og B71 høvdu givið teimum trup­ul­leik­ar. Nakað av gul­um er í NSÍ-búnanum og spælir heimaliðið upp til sítt besta í dag, so skuldi ein møguleiki verði fyri, at enn ein heimasigur fekst til høldar.

Góðan dyst.