Uppsagnir
Sjey fólk eru í starvi hjá MBM-Kjøti í Hósvík. Dagligur leiðari er klaksvíkingurin, Adolf Johannesen.
Vit spurdu hann, hvussu uppsagnirnar eru móttiknar.
- Tað er altíð keðiligt at noyðast at siga fólki úr starvi, og ongum dámar hetta betur enn nøkrum øðrum. Men MBM hevur valt at spæla við opnum kortum og kunna fólkið um tað, sum fer fram.
Adolf sigur, at fólk eru positiv, og hann vónar, at tey vilja halda fram, tá ið tann tíðin kemur.
- Betur fólk enn tey, sum í dag starvast hjá okkum, fáa vit ikki. Hesi eru av
raskastu fólkum, leggur hann dent á.
Eins og Eirikur, ásannar Adolf, at kappingin við stóru handlarnar er ógvuliga hørð,
og tí noyðist virkið í Hósvík í framtíðini at leggja seg meira eftir teimum framleiðslum sum geva avkast og skera tær burtur, sum geva undirskot.
Selja sjálvir
Adolf sigur, at MBM-Kjøt hevur sáttmála við heitt nú heilsøluna hjá Poul Michelsen um levering og sølu, og hendan avtalan skal haldast.
- Vit selja eisini til aðrar heilsølur, men her hava vit ikki sáttmálar í sama mun sum við Poul Michelsen.
Hann vísir annars á, at MBM-Kjøt selir helmingin av framleiðsluni sjálvt, sum virkið stendur fyri.
- Vit selja beinleiðis til fólk, og vit selja eitt nú til kantinur og stovnar, sigur
dagligi leiðarin.
Hann sigur, at MBM-Kjøt er undir strongum eftirliti og hevur brúkt nógvan
pening til eftirlit av sínum vørum.
- Tað vil altíð vera soleiðis, at okkurt er, sum kann gerast betur, men sum heid
hava vit nøgd viðskiftafólk, sigur Adolf.
2000 seyðir
Nú skurðfjøll verða gingin, spurdu vit leiðaran, hvussu nógvar seyðir MBM-Kjøt væntar at fletta í heyst.
- Vit flettu 1500 seyðir síðsta heyst, og gongst sum ætlað, verður talið 2000 í
heyst, og tá fer tað at líkjast avkasti, sigur Adolf Johannesen at enda.