Vit fáa ongan matvørubanka á hesum sinni

Samgongan sigur, at tey arbeiða longu við tiltøkum við tí endamáli at minka um nøgdin av mati, sum fer í skrell

Tað verður eingin matvørubanki settur á stovn á hesum sinni. Tað er greitt, nú Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin um at seta ein matvørubanka á stovn.

Endamálið við tí er at minka um nøgdirnar av mati, sum fara í skrell.

LES MEIRI UM TAÐ HER: Nú vil hon hava ein føroyskan matvørubanka

Meirilutin í vinnunevndini, sum eru umboðini fyri andstøðuna, taka undir við hesum, tí endamálið er at matur, sum annars fer til spillis, skal koma fólki til góðar, sum ikki hava so góð ráð at keypa sær mat. Samstundis er endmamálið at forða fyri, at matur, sum annars er góður, fer í skrell og verður brendur á brennistøðunum.

Tað eru eingi hagtøl fyri, hvussu nógvur matur verður brendur á brennisøðunum, men tað er í øllum førum um fleiri túsund tons um árið. 

Bara a brennistøðini í Havn verða eini 5.200 tons av skrelli frá húsarhaldum, brend um árið. Tey vita ikki, hvussu stórur partur av hesum er matur, men í Tromsø í Noregi eru royndirnar tær, at 46 prosent av skrellinum er matur.

IRF hevur kanna bingjurnar við burturkasti frá matvøruhandlum og har meta tey, at eini 80 prosent av burturkastinum, er matur.

Talan er mest um frukt, grønmeti og møhólk, og aðrar vørur, sum skulu goymast kalt, umframt pylsur, og annað, sum ikki heldur sær so leingi. Men matur verður eisini koyrdur í skrell, bara tí at ein pakki, ella eitt blikk, ella ein plattur, hevur fingið ein snudd

– Í Føroyum fara eisini stórar nøgdir av avroðum av seyði fyri skeyti, hóast talan er um heilsugóðan mat.

Men samgongan tekur ikki undir við hesum, og tað av fleiri orsøkum. Tey vísa á, at samgongan hevur sett sær fyri at seta tiltøk í verk fyri at minka um nøgdirnar av burturkasti, eisini nøgdirnar av mati. Tey eru eisini samd sum, at grundarlagið má ikki takast undan teimum hjálparfelagsskapum, sum skaffa teimum, sum ikki hav so góðar umstøður, mat.

Samstundis hevur landsstýrismaðurin á økinum, Helgi Abrahamsen, gjørt greitt, at arbeitt verður við eini kunngerð um burturkast, og at matur, sum fer í skrell, er ein partur av tí.

– Í dag er støðan tann, at vit hava eingi neyv hagtøl fyri, hvussu stórur trupulleikin er. Tí er tað torført at vita, hvørjar loysnir skulu í brúk fyri at basa trupulleikanum, og akkurát, hvar trupulleikin er, um hann er hjá brúkaranum, matvøruhandlunum, framleiðarunum, ella aðrastaðni, sigur samgongan.

Tí heldur samgongan, at neyv hagtøl skulu fáast til vega, áðrenn stig vera tikin til, um vit skulu seta ein matvørubanka á stovn.