Vit fara at fáa ein fjórða aldur

Meirilutin av framtíðarinnar pensjónistum verða í so góðum standi, at tørvurin á traditionellum røktarheimum fer at minka.

Meirilutin av framtíðarinnar pensjónistum fara at verða í so góðum mentalum og likamligum standi, at tørvurin á traditionellum røktarheimum, soleiðis sum vit kenna tey í dag, fer at minka.

 

At gerast gamal er ikki heilt, sum tað hevur verið. Og um fá ár verður tað slett ikki, sum tað hevur verið. Skjótt verður okkara núverandi seinasti kapittul á jørðini - hin triði aldurin - víðkaður við einum nýggjum lívskapittuli, hin fjórði aldurin. Ein stórur partur av teimum gomlu fara í framtíðini at verða so væl fyri mentalt og fysiskt, at hin triði aldurin verður longdur við høgari lívsgóðsku.

 

- Síðan fara tey gomlu at røkka einum lutfalsliga stuttum fjórða aldri, har deyðin kemur knappliga, og har tey ikki vera seingjarliggjandi á einum røktarheimi í fleiri ár.

 

Tað sigur dr. med. og rithøvundurin, Henning Kirk, sum er ein av mest avhildnu granskarunum í aldri í Danmark. Hann heldur, at bæði politikarar og samfelag ikki hava nóg neyvt innlit í, hvussu ymisk og individuel eldri parturin av fókinum er. Hann er ein harður ummælari av, hvussu vit framhaldandi síggja upp á tað at gerast gomul.

 

- Í hesum liggja stórir fordómar. Ikki minst millum fjølmiðlar og politikarar. Men, størsti feilurin er, at vit traðka inn í ein bólk, tá vit gerast gomul - og harvið verða okkara individuellu lívskor sópaði burtur.

 

Henning Kirk vísir á, at tey eldru tá ikki longur eru í vaksnamannabólkinum, men í eldrabólkinum. Við at seta øll tey eldru í bás sum potientiell røktarkrevjandi, svíkja vit bæði tey, sum eru illa fyri - og tey, sum eru sterk og væl fyri. Tá myndin er so misvísandi, síggja vit ikki tey, sum veruliga hava tørvin.

 

- Vit skulu gevast við at snakka um tey eldru sum ein bólk, tí tá kunnu vit ikki fyrihalda okkum analytiskt til tað at gerast gamal, og harvið fara fordómarnir bara at veksa. Vit skulu verða nógv meira málsliga bevíst um, hvussu vit snakka um tey gomlu og um aldur.

 

Hann vísir á, at ein hópur av hugtøkum eru knýtt at aldri. Hugsið bara um eldrakanning, eldraumsorgan og eldrabyrða, og við hesum verður sligið fast, at tað er aldurin í sær sjálvum, sum skapar trupulleikarnar við eitt nú einsemi, og hetta heldur hann vera ógvuliga skeivt.

 

Erik Lykke Mortensen, sum er professari á stovninum fyri Folkesundhedsvidenskab við Keypmannahavnar Universitet, er samdur við Henning Kirk. Hann heldur, at tað ikki minst eru fjølmiðlarnir, sum hava ein trupulleika. Tá brot verða víst av røktarheimum, er tónin oftast umberandi, og fólk skuldu trúð, at talan er um ein barnagarð.

 

Kortini halda bæði Erik og Henning, at broytingar eru á veg í okkara sýni á aldur.

 

- Fólk síggja jú alla tíðina aktiv og vælvirkandi gomul kring um seg, og tí fer fatanin av at gerast gamal stigvíst at broytast, sigur Henning Kirk.

 

Hann vísir á, at meirilutin av framtíðarinnar pensjónistum fara at verða í so góðum mentalum og likamligum standi, at tørvurin á traditionellum røktarheimum, soleiðis sum vit kenna tey í dag, fer at minka. Hann sigur, at vit fara at fáa eitt heilt annað slag av sterkum gomlum, sum virkuliga verða “sjálvkoyrandi”.

 

Samstundis, sum pensjónsuppsparingar hjá teimum eldru veksa, væntar Erik Lykke Mortensen, at nógv sjálvi vilja gjalda fyri røkt, um tað gerst neyðugt. Tey gomlu fara í framtíðini ikki bara at lata sær tilboð lynda, sum ikki passa til teirra individuella tørv.

 

Professarin ásannar, at framtíðarinnar ójavnin millum gomul kann gerast stórur, men samstundis, sum fleiri sjálvi fara at gjalda um privatar tryggingar, verða tað fleiri almennir pengar til tey, sum ikki eru so vælbjargaði.

 

- Undir øllum umstøðum noyðast politikarar at málrætta sín boðskap nógv betri, tá teir venda sær til pensjónistar - og ikki bara skera øll yvir ein kamb, sigur Erik Lykke Mortensen við www.helse.dk.