Vit fara at fáa fleiri ferðafólk hendanvegin

– Vit fáa fleiri ferðafólk, kakan verður størri. Vit fáa eisini eina massiva marknaðarføring av Føroyum í blaðnum hjá SAS, sum liggur í øllum flogførunum hjá felagnum.

 

Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

 

Hann heldur, at tað verður bíligari at flúgva til Føroya og bíligar hjá flogfeløgum at nýta flogvøllin í Vágum, tá fleiri flogfeløg fara at nýta vøllin

 

Týstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, sum Rás2 hevði við Jákup Sverra Kass í sambandi við, at SAS fer at flúgva til Føroya.