Trýpartasamráðingar
? Vit fara ikki at lata okkum kúga. So eg vóni, at ætlanin verður slept, longu áðrenn hon er sett í verk.
Gunnleivur Dalsgarð ávarar bæði politikarar og arbeiðsgevarar ímóti at leggja Starvsmannafelagið undir trýst.
Hann er rættiliga á varðhaldið, nú arbeiðsgevarar hava kallað arbeiðarafeløgini til nýggjan fund um trýpartasamráðingar við landsstýrið um kostnaðarstøðið í Føroyum.
Hann heldur hetta er taktikkur fyri at fáa Starvsmannafelagið niður við nakkanum.
Tað var Havnar Arbeiðsmannafelag, sum skeyt upp at arbeiðsgevarar og fakfeløg fóru undir samráðingar við landsstýrið um at halda kostnaðarstøðinum í samfelagnum niðri fyri at bøta um kappingarførið.
Tað skuldi gerast við, at fakfeløgini bjóðaðu sær til at halda aftur í lønarkrøvum, men afturfyri skuldi landsstýrið binda seg til at lækka skattir og avgjøld.
Í gjár skuldi høvdu arbeiðsgevarar kallað arbeiðarafeløgini til fundar at tosa meir um hesar trýpartasamráðingarnar.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjamrálum sigur, at skal talan vera um samráðingar avhesum slagi, mugu øll fakfeløni verða við.
Men Starvsmannafelagið hevur greitt boðað frá, at tað vil ikki vera við í slíkum trýpartasamráðingum
À heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum í gjár, segði formaðurin í arbeiðsgevarafelagnum, at hann er samdur í, at øllfakfeløgini mugu vera við.
Hann vísur á, at tað almenna kann fara til borgaran eftir pengunum, meðan útflutningsvinnan missir kappingarførið mótvegis útheiminum.
? At lønarlagið hjá tí almenna hækkar, vil hækka um kostnaðarstøðið í Føroyum, og harvið óbeinleiðis minka um tøka peningin hjá arbeiðarum.
Hann sigur, at tað nyttar heldur ikki, at tey privatu fakfeløgini vísa afturhald, meðan tey almennu fakfeløgini fáa framhaldandi lønarhækking.
Tey alment løntu hava frammanundan væl betri sømdir í sáttmálum enn starvsfólk á tí privata arbeiðsmarknaðinum.
? Tí er neyðugt at allir partar á arbeiðsmarknaðinum eru við til at ganga nýggjar leiðir, sigur Johan Páll Joensen, formaður í Arbeiðsgevarafelagnum.
Snildur taktikkur
Formaðurin í Starvsmannafelagnum kennir hesi orðini frá arbeiðsgevaraformanninum sum eina hóttan.
?Eg tulki hetta sum tað, at nú royna hjá arbeiðsgevararnir fyrst at fáa arbeiðarafeløgini "upp á pláss".
? Tá ið tað er hent, ætla arbeiðsgevararnir at fara eftir politikarunum fyri at fáa teir at leggja trýst á Starvsmannafelagið og hini feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, fyri at fáa tey at ganga undir somu treytir um lønarafturhald fyri skattalættar.
?Tað sær út til, at arbeiðsgevararnir hava lagt eina ætlan um at fáa arbeiðarafeløgini við uppá ætlanina um trýpartasamráðingar. Táið tað er hent, skulu politikararnir "bankast" upp á pláss aftaná til at leggja almennu fakfeløgini undir trýst.
Men Gunnleivur Dalsgarð ávarar staðiliga ímóti hesi ætlan.
? Hetta er taktikkur frá arbeiðsgevarunum. Men eg vóni ikki, at politikarar lata seg lokka til at royna at leggja trýst á Starvsmannafelagið til at góðtaka lønarafturhald fyri skattalættar, sigur hann.
? Eg vóni, at politikararnir hava rygg til at standa ímóti hesi ætlanini og ikki lata seg taka av fótum.
? Starvsmannafelagið fer nevniliga aldrin at lata seg kroysta av slíkum og verður róð framundir nakað tílíkt, kann tað bert føra til órógv, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann sigur, at tað er framvegis tann greiða støðan hjá Starvsmannafelagnum, at skattapolitikkur og lønarpolitikkur eru heilt hvør sítt mál, sum als ikki skulu blandast saman.
? Tað er ikki Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum kemur at seta dagsskránna fyri arbeiðsmarknaðarpolitikkinum í Føroyum, so teir kunnu akkurát tað sama spara sær ómakin, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann vísir eisini á, at Bárður Nielsen hevur áður alment boðað frá, at hann helt ikki, at trýpartasamráðingar var rætti vegurin at ganga.