? Vit fara ikki at undirbjóða tryggingar

Tað kemur ikki upp á tal, at Trygd fer at undirbjóða sjóvátryggingar, sigur Páll Kunoy, sum er farin frá Tryggingarfelagnum Føroyar til Trygd at verða deildarstjóri fyri sjóvátrygging felagsins-

Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd, bjóðar Pálli Kunoy vælkomnum


? Mær dámar væl avbjóðingar. Nú eg havi verið í starvi hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í 15 ár - harav 11 sum deildarstjóri á Sjóvátrygging - helt eg, at tíðin var komin til at royna okkurt annað.

Hetta sigur 58 ára gamli Páll Kunoy í Havn, sum 1. oktober tekur við sum deildarstjóri á sjóvátryggingardeildini hjá kappingarneytanum hjá Tryggingarfelagum Føroyar, Trygd.

Páll Kunoy er útbúgvin skipsførari, men gavst tíðliga at sigla. Hann sigldi eitt skifti við Mærsk og seinni við Skipafelagnum Føroyar. Í 1968 fór hann at starvast á skrivstovuni hjá Skipafelagnum Føroyar, og í 1970 fór hann í starv á Fiskasøluni. Síðani 1985 hevur hann starvast á Tryggingarsambandinum Føroyar, sum seinni skifti navn til Tryggingarfelagið Føroyar.

Tá Marius Thomasen, stjóri, doyði í 1988, gjørdist Jens Petur Arge forstjóri í tryggingarfelagnum, og Páll Kunoy tók við eftir hann sum deildarstjóri á Sjóvátrygging 1. apríl 1989.


Ruddaði á Kongabrúnni í gjár

Páll Kunoy byrjar í nýggja starvinum 1. oktober. Men longu í gjár mátti hann rudda skrivstovu sína á Kongabrúnni, tí tá hann gav leiðsluni boðini um nýggja starv sítt, varð hann biðin um at pakka saman umgangandi og fara til hús. Hetta var hann sjálvandi greiður um, tí hann fer beinleiðis yvir til »fíggingdan«.

? Tað er sjálvandi við sorgblídni at eg siga gamla arbeiðsplássi mínum farvæl, men forrætning er forrætning, sigur hann og leggur afturat, at maður kemur í mans stað.


Brúk fyri tveimum tryggingum

Páll Kunoy heldur, at tað fer at gagna vinnulívinum, at kapping nú eisini verður á sjóvátryggingarøkinum.

? Tað er heilt vist, at vit hava brúk fyri tveimum tryggingarfeløgum, sigur Páll Kunoy. Hann sær eisini stórar avbjóðingar fyri framman - ikki minst, nú oljuleitingarvirksemi byrjar.

? Oljuaktivini skulu tryggjast í sjóvátrygging. Alt, sum skal flytast um føroyskan bryggjukant, skal eisini tryggjast Føroyum, og um olja verður funnin, so skal framleiðslan eisini tryggjast í her, sigur Páll Kunoy.


Sjóvátrygging størsta part av eginognini

Tryggingarfelagið Føroyar hevði við árslok eina eginogn upp á 1,1 milliard. Av hesum stóð sjóvátryggingin fyri 770 milliónum. Hetta sigur nakað um, hvussu stórur partur av samlaða tryggingarkapitalinum kemur úr vinnuni á sjónum, vísir Páll Kunoy á.

? Tá eg byrjaði á Sjóvatrygging í 1985 var eginognin 124 milliónir. Nú er hon vaksin upp á 770 milliónir. Hetta sigur nakað um tann vøkstur, sum hevur verið í hesi vinnu seinastu 15 árini, sigur hann.

Um orsøkirnar til, at tað er fallið honum í lut at seta á stovn sjóvátrygging hjá Trygd sigur Páll Kunoy, at hann sjálvandi hevur nógva vitan um sjóvátrygging eftir at hava arbeitt í so nógv ár - bæði í sjóvinnuni og í tryggingarvinnuni.

? Eg veit, hvat slíkar tryggingar kosta, sigur Páll Kunoy, og vissar um, at tey, ið tryggja á sjónum, ikki fara at verða eins skuffað, og føroysku bilaeigararnir eru vorðnir í hesum døgum.

? Nei, tað kemur ikki upp á tal, at vit fara undir slíkt undirbjóðingarvirksemi, vissar nýggi sjóvátryggingarstjórin um.

? Tað er sunt við kapping - men við skili, sigur hann.


Skal tæra tey yngru

Trygd kann enn bert tryggja skip og bátar undir 20 tons. Men felagið hevur søkt Tryggingareftirlitið um loyvi at tryggja øll sløg av skipum, og vænta teir, at hesi loyvi fyriliggja um stutta tíð.

Páll Kunoy sigur, at hann hevur ikki so nógv virkisár eftir í vinnuni, tí verður hansara lutur eisini at læra upp yngri fólk í sjóvátrygging - vónandi kemur tað føroysku vinnuni til góða, sigur Páll Kunoy.