– Vit fara sjálvandi at krevja lønarhækking

So bersøgin er formaðurin í Før­oya Ar­beið­ar­a­fel­ag um viku­skif­t­ið, tá Port­al­ur­in spurdi hann um krøv­ini í sam­bandi við sam­ráð­ing­ar­nar, sum byrja fyrsta dagin. Sátt­mál­a­skeið­ið gongur út um slak­ar tveir mánaðir, tann 1. mai.

Og formaðurin er als ikki bang­in fyri, at flat­skatt­ur­in skal gera tað, at ar­beið­ar­a­løn­ir­nar fara at standa í stað eftir 1. mai, eins og løn­ir hjá lim­u­m Starvs­manna­fel­ag­s­ins gjørdu.

Tí Føroya Arbeiðarafelag fer at sam­ráð­ast hesa ferð akk­u­r­át á sama hátt sum sein­ast. Fel­øg­ini hava havt fleiri fund­ir sín­a­mill­um, men tey eru ikki lið­ug at út­greina krøv­ini enn.
Men Georg F. Hansen slær fast, at tað als eingin ivi er um, at fel­øg­ini fara at krevja løn­ar­hækk­ing – og tey hugsa als ikki um, hvat fel­øg­ini á al­menna ar­beiðs­markn­að­i­num hava fing­ið, tí karm­ur­in, sum er lagd­ur fyri al­menna ar­beiðs­markn­að­in hev­ur einki við ar­beið­ar­a­fel­øg­ini at gera, sig­ur Ge­org F. Hansen.

Og at vísa løn­ar­aft­ur­hald við til­sip­ing til flat­skatt­in, tað hjálp­ir einki, ger Georg Hansen greitt, tí hansara lim­ir fáa ongan ágóða av flat­skatt­i­num.
Og rætt hevur hann.

Um tað kanska er ov tíð­liga at gera nið­ur­støð­ur, nú bara tveir mán­að­ir eru farn­ir av flat­skatta­ári­num, so vísa tøl­ini tó, at lands­skatt­a­inn­tøk­ur­nar eru nógv lækk­að­ar. Men tøl­ini vísa eis­ini, at skatt­ing­in av pensjónin við inn­gjaldi kompenserar nøku­lunda tapið við lands­skatt­i­num. Men tað var jú eisini meiningin hjá lands­stýr­i­num. Pen­sjón­ir hjá lág og mið­al­lønt­um, sum verða harðari skatt­að­ar við inngjaldi, rinda tað tap, sum lands­kass­in fær av skatta­lætt­a­num til tey ríku.

Tær sam­ráð­ing­ar, sum hava ver­ið á privta ar­beiðs­markn­að­i­num, hava giv­ið væl bet­ur – upp í eini trý pro­sent í løn­ar­hækk­ing í eitt tvey ára skeið. Og tá hevur Før­oy­ar Ar­beiðs­gev­ar­a­fel­ag roynt at víst afturhald.

Til komandi sam­ráð­ing­ar­nar við Ar­beið­ar­a­fel­øg­ini fáa vit so at síggja, um Før­oya Ar­beiðs­gev­ar­a­fel­ag hev­ur lært av Jørg­en Nicl­a­sen og hans­ara fólki – og um tey fara eft­ir eini null­loysn, ella kanska fara at krevja løn­ar­lækk­ing.
Men tað er valla hugs­andi.