Vit fingu okkara dóttur av nýggjum

- Tað kann ikki samanberast at missa sítt barn og so at fáa loyvi at behalda tað, men fyri okkum er tað ein so ræðuligur tanki, at hon var deyðanum so nær. Bert eitt stig frá at doyggja í kulda. Vit upplivdu hesa hending sum at vit fingu okkara dóttir av nýggjum, siga Kristianna og Sunnvard, foreldur Jóhonnu, sum var við í stóru ferðsluvanlukkuni á Lambareiði í fjør

Foreldur, sum eiga vaksin børn, eru mangan stúrin fyri teimum, tá ið tey eru úti um náttina. Tað vóru Kristianna og Sunnvard Vang, foreldur Jóhonnu eisini hetta hóskvøldið í mars í fjør, tá ið dótturin ikki var komin til hús á midnátt.
- Vit fóru stúrin í song, tí Jóhanna ikki var komin heim. Eg føldi á mær, at okkurt var, uttan at eg dugi at siga, hvat eg óttaðist fyri. Sum at eg ótilvitað var fyrireikað uppá, at okkurt var. Ikki at nakað fór at henda Jóhonnu, men at okkurt var sum tað ikki átti. Av tí, at klokkan var so nógv, vildi eg ikki ringja heim til vinkonurnar hjá henni at spyrja, um hon var hjá teimum. Vit royndu at ringja á fartelefon hjá einari vinkonu, men tað svaraði ikki. Tí fóru vit ógvuliga órólig í song, greiðir Kristianna Vang frá.
Mangan verður stúrt ógrundað, men hesa náttina hendi tað, sum nógv foreldur óttast mest av øllum. Sunnvard, pápi Jóhonnu, skuldi til arbeiðis á alistøðini í Lamba klokkan fimm hendan fríggjamorgunin. Uppkomin sá hann, at Jóhanna ikki var komin heim.
- Tá ið eg kom inn á Lambareiði, sá eg, at ein vanlukka var hend. Eg spurdi ein mann, sum stóð í nánd, hvat var hent, men hann visti ikki at siga mær beinleiðis, uttan at ein álvarslig ferðsluvanlukka hevði verið. Óviðkomandi skulu halda seg burtur, tá ið vanlukkur henda, men av tí, at dótturin ikki var komin heim, mátti eg spyrja nærri. Og tá fái eg at vita frá einum øðrum, at Jóhanna hevði verið í bilinum, sum var farin út av, men at hon eftir umstøðunum hevði tað gott og var klár. Hon var sum tann fyrsta longu farin til Havnar, og tað einasta vit fingu at vita, var, at hon hevði gramt seg um ryggin, greiðir Sunnvard frá.

Stutt frá
Vanlukkan hendi rættiliga stutt frá barndómsheiminum hjá Jóhonnu. Sunnvard mátti so heim at boða konuni frá, hvat var hent.
- Eg hoyrdi á fótafetunum á Sunnvard, tá ið hann kom aftur, at okkurt var hent. Fyrsta hann segði var, at Jóhanna hevur tað gott. Síðani segði hann, at hon hevði verið fyri eini álvarsligari ferðsluvanlukku og at fleiri vóru deyð. At fáa hesi boðini var bara so ræðuligt, at eg havi ikki orð fyri tí, sigur Kristianna, og hon leggur afturat.
- Eg varð á ein hátt spard, av tí, at tað var maðurin, sum gav mær boðini, uppá ein hampuligan máta, sum hann nú kundi, hóast hann var ógvuliga skelkaður sjálvur.
Tá ið Sunnvard greiddi Kristionnu frá, hvar vanlukkan var hend, í skriðunum á Lambareiði, fór hon veruliga at ivast í, um tað nú var satt, sum sagt var, at hon hevði tað gott.
- Eg visti bara, hvussu bratt tað var har umleiðir. Sunnvard mátti so ringja til Landssjúkrahúsið fyri at vita, um hon veruliga hevði tað gott. Enn vistu vit ikki, hvørji hini vóru í bilinum og hvør var deyður. Um tað vóru vinkonur hjá Jóhonnu ella onnur. Vit tordu rætt og slætt ikki at hugsa tankan, um hvørji hini vóru.
Komin til Havnar, sluppu Kristianna og Sunnvard beinanvegin til Jóhonnu, sum tá lá á stovu saman við dreinginum, ið yvirlivdi.
- Jóhanna var verri fyri, haldi eg, enn eg hevði fingið fortalt. Andlit og kroppur høvdu fingið nógvar snuddir og løstir, kroppurin var fullur í bláum merkjum, men hon var klár alla tíðina, og hevði eisini verið før fyri at greiða løgregluni frá, hvussu nógv vóru í bilinum. At tríggir dreingir vóru deyðir, var hon ikki før fyri at skilja tá, tí hon var so illa fyri kropsliga. Vit undraðu okkum yvir, at hon var so rólig.

Øll skakað
Ein slík hending er ógvuliga skakandi fyri øll í familjuni.
- Fyrsta reaksjónin var sum vera man stórur skelkur. Vit kundu ikki brigslað henni nakað, tí hon var farin í bilin hasa náttina. Vit vóru ófatiliga takksom fyri, at Jóhanna yvirlivdi. Tankarnir hjá okkum leitaðu til hini, sum høvdu mist, sigur Sunnvard.
Jóhanna lá í tvær vikur á Landssjúkrahúsinum, og foreldur og onnur vóru um hana alla tíðina.
- Tað var ógvuliga gott at kunna vera hjá henni og um hana. At vit høvdu møguleikan at taka í eina heita hond. Báðir partar høvdu brúk fyri tí. Tað kann ikki samanberast at missa sítt barn og so at fáa loyvi at behalda tað, men fyri okkum er tað ein so ræðuligur tanki, at hon var deyðanum so nær. Bert eitt stig frá at doyggja í kulda. Vit upplivdu hesa hending sum at vit fingu okkara dóttir av nýggjum, tí tað kundi líka gott verið vit, sum mistu. Hennara tíð var ikki úti, trúgva vit.
Síðani vanlukkuna hevur Kristianna verið meiri bangin, enn frammanundan, í ferðsluni og um Jóhonnu.
- Tey ungu fáa góða frálæru í skúlunum um ferðslu og ferðslutrygd, men eg haldi ikki, at tey hugsa nokk um vandarnar, sum kunnu standast. Nú hava Jóhanna og vit øll fingið ein lærdóm fyri lívið.
Kristianna og Sunnvard heita á øll um at vera varin í ferðsluni, og gera alt tað, vit øll eru før fyri at gera ferðsluna trygga, lýða ferðslureglar og -lógir, trygdarútgerð og brúka trygdarbelti.
- Vit heita á bilførarar um at sýna størsta varsemi úti í ferðsluni, siga Kristianna og Sunnvard at enda í viðtali.

MYND: KRISTIANNA OG SUNNVARD
Myndatekstur: - Tankarnir leita mangan aftur í tíðina, til ta náttina í fjør. Tað er líkasum ein ræðufilmur, ið verður spældur umaftur og umaftur. Og hvussu ringt ið Jóhanna hevur havt tað, hvussu hon hevur stríðst, og hvat ið hon hevur hugsað, tá ið hon lá har í bønum, áðrenn hjálpin kom, siga Kristianna og Sunnvard Vang.
Mynd: Jens Kristian Vang