?Tað eru ikki vit, sum ligga í buktini.
? Men tá ið samráðingarnar steðgaðu fullkomiliga upp, hava vit loyvt okkum at vísa á eina gongda leið, sum eisini er ein langtíðarloysn.
Jógvan K. Mørkøre á Eiði avsannar púra avgjørdur, at tað er Kommunufelagið, sum liggur í buktini og forðar fyri, at ein verulig loysn fæst á skuldarkreppuni hjá teimum ringast staddu kommununum.
Bæði Heri Mortensen og Dan Nielsen á Tvøroyri hava í Sosialinum hvassliga funnist at Kommunufelagnum fyri leiklutin sum felagið hevur havt í royndunum at fáa eina loysn á skuldarkreppuni hjá teimum ringast staddu kommununum.
Teir átalaðu báðir, at Kommunufelagið fyrst hevði tikið undir við, at 81 milliónir blivu saneraðir av kommunuskuldini so at ongin kommuna kom at skylda meiri enn tríggjar álíkningar.
Eitt sindur av pengunum skuldi takast úr kommunala veðhaldslánsgrunninum, men restina skuldi landsstýrið leggja út.
Samráðingar hava verið millum Landsstýrið og Býarfelagið og sagt varð, at tað vóru ikki meiri enn 8-10 milliónir, sum skiltu partarnar, men tað var ikki hildið at verða nakar trupulleiki.
Samstundis vil Býarfelagið hava tann kommunala veðhaldsgrunnin avtiknan so at kommunurnar kunnu brúka peningin at niðurgjalda skuld við.
Kommunuelagið kúvendir
Men so skuldseta teir báðir tvøramenninir Kommunufelagið fyri at brádliga at snara 180 stig.
Tí í einum uppriti til Landsstýrið um kommunuskuldina, sigur Kommunufelagið, at tað er skeivt at avskrivað skuld, í hvussu so er beinanvegin.
Samstundis vil kommunufelagið varðveita kreppulánsgrunnin, so at tær ringast staddu kommunurnar kunnu fáa stuðul úr honum at betal skuld niður við.
? Hetta er at taka tær ringast staddu kommurnar til gísla og at brúka tær sum jarnbrot fyri at allar kommunurnar kunnu fáa eina betri avtalu, tá ið samráðingar aftur verða um kommunuskuldina í 2000, siga teir báðir tvøramenninir.
Tvørafólk hava tikið Kommunufelagnum hetta so illa upp, at eitt einmælt býráð hóttir beinleiðis við at melda Tvøroyrar Kommunu úr Kommunufelagnum, um tað ikki tekur uppritið aftur.
Tvøramenninir siga, at verður kommunusuldin ikki sanerað, fer seigpíningin av teimum ringast staddu kommununum at halda fram.
Gekk ongan veg
Formaðurin í Kommunufelagnum er alt annað enn samdur við tvøramenninar og hann vísir avgjørdur skuldsetingunum um sabotasju aftur.
Hann sigur, at tá ið sagt verður, at Kommunufelagið hevði tikið undir við eini sanering, verður helst sipað ein fund í Havn fyri umleið einum mánaða síðani.
? Tá var tosað um at loysa skuldarkreppuna hjá teimum ringast staddu kommununum við at sanera 81 milliónir av skuldini fyri at ongin kommuna skuldi skylda meiri enn tríggjar álíkningar.
? Ein partur skuldi takast úr kommunala kreppulánsgrunninum og síðani skuldi landsstýrið betala restina.
? Men landsstýrið gjørdi púra greitt, at tað vildi ikki betala meiri enn 25 milliónir av saneringini.
? Av tí sama skuldi 56 milliónir takast úr kommunala kreppulánsgrunninum.
? Men hetta hevði ført við sær, at stovnsfæið í grunninum kom niður á 82 milliónir.
? Tað, sum kommunurnar sostatt høvdu fingið úr aftur grunninum, tá ið hann heldur uppat um tvey ár, var hvør sín part av 82 milliónum.
? Annars var upprunaliga ætlanin at stovnsfæið skuldi ikki fara niður um 100 milliónir.
? Men fundurin endaði úrslitaleysur, tá ið ein býráðsformaður,, gjørdi púra greitt, at hann, vegna sítt býráð, ikki kundi gangavið til minni útgjald enn teirra part av upprunastovnsfæðnum uppá 100 milliónir.
Jógvan K. Mørkøre sigur, at sostatt var málið púra fastlæst og tað var ómøguligt at koma viðari eftir tí leistinum, tí landsstýrið var heldur ikki til at vika.
Máttu koma víðari
Formaðurin í Kommunufelagnum sigur, at fyri at koma víðari, hevur Kommunufelagið gjørt eitt uppskot um, hvussu kommunuskuldin kann loysast.
? Hetta er ein loysn, sum er betri fyri kommunurnar í longdini.
? Eftir okkara uppskotið, skal kreppulánsgrunnurin varðveitast og skal lata teimum ringast staddu kommununum stuðul til at gjalda skuld við.
? Hetta er eitt uppskot, sum ikki kostar teimum ringast staddu kommununum, meiri, enn saneringsloysnin ger.
Løtuvinningur
Annars heldur formaðurin í kommunufelagnum, at saneringsloysnin líkist mest einum løtuvinningi, hóast hon avgjørt kundi kenst sum ein lætti í fyrstu syft .
? Saneringsloysnin hevði komið teimum ringast staddu kommunum niður á eina skuld uppá tríggjar álíkningar.
?Fyri eitt nú tvørafólk merkir tað framvegis, at tey hava eina skuld uppá yvir 50.000 krónur uppá fólki.
Jógvan K. Mørkøre vísir í hesum sambandi á, at bæði í Havn og í Klaksvík kom panikkur í, tá ið skuldin nærkaðist 40.000 krónur uppá fólki.
? Eg veit ikki, um tvørafólk fáa eina nóg góða nóg góða avtalu um restina av kommunuskuldini, tá ið hon stendur einsamøll við eini skuld uppá 50.000 kr. uppá fólki, heldur enn fara til samráðingarborðið saman við øllum hinum kommununum, við einum sterkum veðhaldsgrunni í rygginum, sigur formaðurin í Kommunufelagnum.
Hann vísir eisini á, at Kommunufelagið hevur lagt hugskotið fyri limirnar í umboðsráðnum.
? Og har var ein óvæntað góð undirtøka fyri eini langtíðarloysn, sigur hann.
? So okkara eygum er málið als ikki liðugt og vit fara at arbeiða víðari við tí.
Men Jógvan K. Mørkøre heldur, at tað er óklókt at melda seg úr Kommunufelagnum, soleiðis sum Tvøramenn hava hótt við.
? Tað fer ikki at gera tað lættari at finna eina loysn.
Annars vísir hann á, at tað hava verið nógvir fundir í Kommunufelagnum um kommunuskuldina.
? Men vit hava saknað Tvøroyrar Býráð og býráðsformannin á hesum fundum.
? Og eg eri sannførdur um, at hevði Tvøroyrar Býtikið virknari lut í arbeiðnum hjá Kommunufelagnum, skuldini viðvíkjandi, hevði málið verið komið nógv longri, enn tað er.
Havnin sleppur ov lætt
Men tá ið talan er um ein løtuvinning, hví heldur tú so, at kommunurnar í Býarfelagnum heldur vilja hava saneringsloysnina: ? Eg haldi, at Havnin t.d. er so heit fyri saneringsloysnini, tí hetta er ein máti hjá Tórshavnar Kommunu at sleppa so bíligt sum gjørligt burturúr kreppuni hjá teimum mest skuldartyngdu kommununum.
Jógvan K. Mørkøre sigur, at ført hevur verið fram, at vit mugu fáa saneringina nú, fyri at fáa eina útjavning ímillum kommunurnar so at skattaprosentið ikki verður alt ov ymiskt.
? Í Tórshavnar Býráð vilja tey heldur enn fegin hava hesa saneringsloysnina, tí hon leggur upp til, at 81 milliónir verða saneraðar her og nú, sum ein endalig loysn á trupulleikanum við kommunuskuldini.
? Hinvegin trúgvi eg onki uppá, at Tórshavnar Býráð veruliga er so altráð eftir eini kommunalari útjavning, soleiðis sum mong halda.
? Tí tað er ein royndur lutur, at tað verður Havnar Kommuna, sum kemur at bera størsta partin av eini útjavning.
? Men verður saneringsloysnin, kostar Tórshavnar Kommunu 20 milliónir einaferð með alla, og so eru teir leysir av teimum kreppuraktu kommununum.
? Hinvegin hevði ein verulig útjavnin kanska komið at kosta Havnar Kommunu somu upphædd á hvørjum ári.
Órættvís umtala
Annars minnir formaðurin í Kommunufelagnum á, at hann longu fyrst í áttatiárunum ávaraði um gongdina í Suðuroynni og vísti á trupulleikan, sum tvøramenn nú vísa á, nevniliga, at tað unga fólki fór ikki at støðast.
? Longu tá, nevndi eg møguleikan fyri eini kommunalari útjavning fyr at hjálpa Suðuroynni, og øðrum plássum, sum vóru hótt av fráflyting og afturgongd
? Tí má eg viðganga, at eg føli bæði meg, og Kommunufelagið, rættiliga órættvíst umtalaðan í hesum døgum, leggur hann afturat.