Burturkast skal ikki vera tað einasta, suðuroyingar skulu fáa burt úr alingini,
Tað staðfestir Henrik Old, landstýrismaður.
– Tí skal tann laksur, sum verður aldur í Suðuroy, eisini virkast í Suðuroy, leggur hann afturat.
Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Jacob Vestgergaard, løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin um at tryggja, at fleiri arbeiðspláss verða í alivinnuni í Suðuroy.
Tað er Bakkafrost, sum alir í Suðuroy, og teir brúka aliloyvið á Vágsfirði og á Trongisvágsfirði. Tey brúktu eisini Hovsfjørð, men tað loyvið er latið inn aftur, sum støðan er nú.
Nógv hava átalað, at laksur, sum verður aldur í Suðuroy, verður ov lítið virkaður í Suðuroy, og viðhvørt eisini førdur livandi norður um fjørð at verða virkaður.
Bakkafrost hevur ført fram, at sum støðan er nú, er ov lítil aling í Suðuroy til at grundarlag er fyri at virka laks í Suðuroy.
Men verða Hovsfjørður og Hvalbiarfjørður lagdur afturat, er søgan ein heilt onnur.
Les eisini: Kundu skapt 80-100 arbeiðspláss afturat í Suðuroy
Samgongan tók ikki undir við uppskotinum hjá Jacobi Vestergaard. Men ístaðin vístu tey á, at tey eru í ferð við at gera eina nýggja alilóg og at hon verður løgd fyri Løgtingið á ólavsøku.
Í hesum sambandi vísti Henrik Old, landsstýrismaður, á, at í uppskotinum til eina nýggja alilóg, sum hann hevur sæð, stendur beinleiðis í eini lógargrein, at tann laksur, verður aldur í Suðuroy, skal eisini virkast í Suðuroy.
– Eg dugi ikki at hugsa mær, at tann parturin verður tikin úr alilógini aftur, tí annað verður ikki góðtikið, sigur Henrik Old.
– Vit góðtaka ikki, at Suðuroyingar bara skulu sita eftir við burturkastinum ímeaðn onnur fara við fiskinum, sigur hann.
Í hesum sambandi skal eisini greiða fáast á aliloyvunum á Hovsfirði og á Hvalbiarfirði, leggur hann afturat. Hinvegin vísir hann eisini á, at tað er ikki sørt av laksi, sum verður virkaður í Suðuroy, sum er, men ein trupulleiki er, at arbeiðið er ikki støðugt, tí steðgirnir eru ov drúgvir.
Men hann vísti eisin á, at støðan í alingini í Suðuroy, er ikki nýggj og hann helt, at undanfarna samgonga kundi eisini havt tikið nøkur stig á hesum øki, men tá hendi avgjørt onki.
– Fyri einum fimm ella sjey árum síðani, lovaði tásitandi samgonga, at gera Hvalbiarfjørð til aling, men tað hendi púra einki øll árini, staðfesti landstýrismaðurin.
Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vísti á, at í Suðuroy eru tveir firðir óbrúktir, Hovsfjørður og Hvalbiarfjørður og at støða skal takast til, hvussu verður við teimum.
Og í sambandi við eina nýggja alilóg verður arbeitt við, at tey, sum hava aling í Suðuroy, skulu eisini gera íløgur í Suðuroy og hava virksemi í oynni, sigur hann.
Tað ivast hann heldur ikki í, at alararnir sjálvir eru sinnaðir til.
Bæði Bjarni Hammer og Henrik Old halda, at nú vit hava bíðað so leingi eftir eini loysn, eiga vit at hava tol til at bíða nakrar mánaðir afturat eftir eini nýggjari alilóg, tí hon kemur á ólavsøku.