Tróndur Kragesten hjá Neistanum var alt annað enn nøgdur eftir tapið fyri StÍF. Hann helst, at feilirnir kostaðu v nógv henda dagin.
- Vit eru alt ov ódisiplineraðir. Vit gera eitt hav av feilum og brenna alt ov nógvar opnar møguleikar ímóti Marian, og hetta eru størstu munirnir í dag. Í seinna hálvleiki fáa vit ein upptúr, har gejsturin er ordiliga góður, og alt byrjar at eydnast. Tá skora vit brádliga hjá Marian, og feilirnir geras færri, men tíverri rakk heta akkurát ikki. Nú mugu vit bara royna at venda keðiligu gongdini. Vit eru góðir nokk, men vit vísa tað bara ikki.