Lars Olsen váttar, at føroyska landsliðið spælir við trimum miðverjum í seinasta HM-undankappingardystinum, sum verður í annaðkvøld móti Ungarn. Líkt er til at tað verða fleiri broytingar á liðnum, men Lars Olsen vil ikki siga meir.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg kann vátta, at vit broyta spælskipan til tað, sum vit spældu móti Portugal og Andorra, men eg sigi ikki meir enn tað. Eg forteli spælarunum tað í morgin og so kunnu tit fáa tað at vita, sigur Lars Olsen.
Landsliðið vandi í kvøld á Groupama Arena í Budapest, har landsdysturin verður spældur. Móti endanum av venjingini sást, at menn sum Sonni Ragnar Nattestad, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen og Róaldur Jakobsen ikki vóru við.
Nógv bendir á, at teir allir byrja úti, meðan Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson, René Shaki Joensen og Ári Mohr Jónsson byrja inni.
Vit gita: 3-4-3 (Talan er nokk meiri um eina 5-4-1, men tað er lættari at seta tað soleiðis upp)
Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson – Jónas Tór Næs, René Shaki Joensen, Fróði Benjaminsen, Ári M. Jónsson – Sølvi Vatnhamar, Gilli Rólantsson og Jóan Símun Edmundsson