Føroyska landsliðið skal í annaðkvøld spæla móti Danmark í HM 2022 undankappingini. Danmark hevur ikki latið mál í fýra teimum fyrstu dystunum, so tað verður skemtiliga hildið fyri, at tað má verða okkara mál, nú Danmark aftur hevur viðrák.
Avrikið móti Ísrael var undir miðal, men samstundis sá út til, at gestirnir spældu ein av sínum góðu dystum. Tað hevur nógv verið tosað um, at føroyska liðið skal skifta nógv út, men tað er ósannlíkt, at Håkan Ericson undan dystinu móti Danmark fer upp á tann vognin.
Tað gjørdi mun á vøllinum eina løtu, tá Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson komu á vøllin í seinna hálvleiki. Teir verða helst báðir við frá byrjan. Spurningurin er so um tað verður Jákup B. Andreasen ella Gunnar Vatnhamar, ið mungu lata plássið til liðskiparan.
Helst kemur Jóan Símun Edmundsson inn fyri Klæmint A. Olsen í álopinum. Håkan Ericson hevur onkuntíð brúkt Jóan Símun Edmundsson á vonginum, men tað er ósannlíkt til ein dyst móti Danmark.
René Shaki Joensen spældi á vinstra bakki, nú Viljormur Davidsen og Ári M. Jónsson sita í sóttarhaldi. Nýggjur í hópinum er Daniel Johansen, men tað eru tekin um, at René Shaki Joensen fær afturval á bakkinum, meðan Daniel Johansen er í spæl til dystin móti Moldova.
Hin møguleikin er at flyta Gilla Rólantsson á vinstra bakkin, og seta Hera H. Mohr inn á høgra bakkin. Heri H. Mohr passar nokk betri til hendan dystin, enn Daniel Johansen.
Håkan Ericson hevur víst bæði Meinhardi E. Olsen og Sølva Vatnhamar stórt álit, meðan spælarar sum Kaj Leo í Bartalsstovu og Petur Knudsen ikki eru spældir inn á liðið. Tí tykist tað meir sannlíkt, at Meinhard og Sølvi fáa afturval.
Håkan Ericson hevur sjáldan gjørt nógvar broytingar í uppstillingini, men heldur tykist honum dáma væl at skifta út. Her kundi verið at spælarar sum Kaj Leo í Bartalsstovu, Petur Knudsen, Andreas Lava Olsen og John Frederiksen eru upp á tal.
Vit gita: Føroyar (4-3-3/4-5-1)
Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen – Hallur Hansson, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson – Meinhard E. Olsen, Jóan Símun Edmundsson, Sølvi Vatnhamar
*Størsta ivamálið er um tað verður Jákup B. Andreasen ella Gunnar Vatnhamar á miðjuni