Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt um nakran nýggjan venjara hjá TB. Tað er ein vika síðani, at Michael Winter takkaði fyri seg í Trongisvági. Um vikuskiftið stóð Karl Øster á odda fyri liðnum, meðan leitað verður eftir einum nýggjum venjara.
In.fo hevur fingið eina ábending um, at ein møguligur nýggjur venjarri er á veg til landið, fyri at hyggja nærri at umstøðunum. Talan er um írska Christopher Harrington, sum hevur verið venjari hjá B71. Hann bleiv undan kappingarárinum 2020 settur sum høvðusungdómsvenjari og kvinnuvenjari hjá HB, men hann fekk ongantíð loyvini upp á pláss, og tí bleiv tað ongantíð til nakað.
Christopher Harrington hevur í seinastuni verið í íslendskum fótbólti. Sum skilt, so skulu partarnir tosa í næstum, tá Christopher Harrington er komin suður.