Vit gita, at Mattias Præst Nielsen spælir við HB komandi kappingarár. Tað ljóðar fyri vist, at danski miðvallarin hjá AB fer at skifta til HB til komandi kappingarár. Tað verður eisini sagt, at B36 vísti stóran áhuga fyri miðvallaranum.
Hann hevði sáttmála við AB fyri komandi ár, men hann hevur eina átekning í sátmálanum sum ger, at hann kann skifta til komandi kappingarár. Sum skilst fær AB eina lítla upphædd afturfyri, tí átekningin var bara galdandi útlendsk feløg.
22 ár gamli Mattias Præst Nielsen fær góð skotsmál á Argjum. Hann kom til í summar og hevur spælt 15 dystir. Serliga var tað í onkrum av týðandi sigrunum, so sum móti júst HB á Argjum, at Mattias Præst Nielsen vísti sínar dygdir á bóltinum.
HB hevur longt sáttmalan við Dailbor Savic og er sett í samband við bæði Klæmint A. Olsen og Mads Borchers.