Hon er undangongukvinna á nógvum økjum, hevur aldri ræðst fyri at taka stig, har hon hevur mett tað er neyðugt, og mangan hevur verið heitt á hana fyri at fáa eitthvørt uppá føtur. Aldurin er eingin forðing, hon er framvegis virkin, og enn eru mál, hon ætlar at arbeiða fyri at fáa loyst.
Jóhanna Johannesen er ættað av Tvøroyri, men flutti saman við fyrra manninum úr Danmark til Klaksvíkar beint áðrenn kríggið, har tey høvdu stóran handil. Í 1949 doyði maðurin og eftir sat hon við fýra smábørnum, tað yngsta var ikki føtt. Hon valdi at halda fram við handlinum, og í Klaksvík var hon til 1970, tá ið hon flutti til Vestmanna, har hon giftist Frits.
Fyri tveimum vikum síðani varð Jóhanna útnevnd til heiðurslim í Landsfelag Pensjónistanna. Ein takkarløn fyri stóra arbeiðið, hon hevur gjørt og ger til frama fyri tey gomlu í Føroyum.
- Í 1970 varð lóg samtykt á Fólkatingi um heimahjálp. Hetta frættist til Føroya, og vit tosaðu við myndugleikarnar um tað, men sum tað skiltist á lagnum, vóru teir ikki so heitir fyri at fáa heimahjálp hendavegin. Ikki minst kvinnufeløgini høvdu stóran áhuga fyri málinum. Ein kvinna frá Sosialmálaráðnum kom til Føroya at greiða frá heimahjálpini sama ár, og nógvir fundir vórðu hildnir um alt landið um at fáa heimahjálp setta á stovn. Vit bíðaðu so eftir, at okkurt fór at henda, men tíðin gekk og einki hendi.
- Várið eftir fóru eg og tvær aðrar kvinnur til eitt hátíðarhald hjá Dansk Kvindesamfund. Tá fekk eg tað hugskot at fara inn á Christiansborg at kanna eftir, hvat varð vorðið av málinum um at seta á stovn heimahjálp í Føroyum. Har fingu vit at vita, at málið lá hjá Ríkisumboðnum, og ráðini vóru, at hjálpti tað ikki at tosa við myndugleikarnar, skuldu vit tuga í teir! Vit so gjørdu, glið kom á málið, og loksins varð heimahjálpin sett á stovn, greiðir Jóhanna frá.
Besta tiltakið í nýggjari tíð
Úr Danmark komu tvær kvinnur at halda skeið fyri føroyingum um heimahjálp. Ikki færri enn 60 úr øllum Føroyum teknaðu seg til, og Jóhanna var ein teirra.
- Eg gjørdist fyristøðukvinna hjá heimahjálpini fyri Norðstreymoy. Eitt tað fyrsta sum gerast skuldi, var at heita á fólk um at koma at arbeiða sum heimahjálp. Tað var strævið, men við góðari hjálp frá staðkønum fólki gekk tað væl. Alla staðni, har eg kom inn, varð eg væl móttikin. Fólk vóru ógvuliga glað, og fleiri søgdu, at hetta var besta tiltakið sum var komið til landið í nýggjari tíð.
Av Almannastovuni varð álagt heimahjálparunum at seta tíð av til at tosa við tey gomlu og at kanna, hvønn tørv tey høvdu.
- Hjálpin varð sett eftir, hvat tann einstaki hevði brúk fyri. Í fyrstuni varð gjørt meiri enn vit í grundini skuldu. Vit gjørdu mat fyri tey, eltu breyð og annað. Nokk so skjótt fingu vit at vita, at vit skuldu ikki brúka so nógva tíð uppá tey.
Tey, sum fingu heimahjálp, vóru fyri tað mesta gomul fólk, ið búðu einsamøll.
- Ofta ringdu tey um kvøldið. Tey kundu hava pínu ella kendu seg einsamøll. Vit prátaðu so við tey, bóðu tey fáa sær ein heitan drekkamunn og so ringja aftur, um tað ikki gekk yvir, sigur Jóhanna.
Alt er endavent
Jóhanna harmast um stóru broytingarnar, sum heimahjálpin hevur verið fyri seinnu árini.
- Alt er endavent. Tað persónliga og menniskjansliga, stuðulin og tryggleikin, sum vit løgdu so stóran dent á, er burturi í dag. So lítil tíð er sett av til hvønn einstakan, at viðkomandi verður skundaður undir og humsaður við. Tað er niðurgerandi fyri tann gamla og sjúka, eg persónliga óttist fyri at koma í slíka støðu, men eg lasti ikki heimahjálparunum fyri tað. Tær verða so hart koyrdar.
- Eingin hevur heldur eftirlit við, um tann einstaki fær nóg mikið ella ta røttu hjálpina, og heimahjálpararnir fáa heldur ikki neyðugu skeiðini ella vegleiðingina. Eisini hetta løgdu vit dent á í byrjanini. Eina ferð um mánaðin hittust allar heimahjálpararnir heima hjá mær, har vit gingu ígjøgnum ymisk viðurskifti, sum skuldu gera hjálpina betri, bæði fyri brúkaran og heimahjálparan sjálvan.
- Nú er útbúgving til heimahjálp komin á tingborð og stórt stríð sjálvsagt um tað, tí spurningurin er, hvar skúlin skal vera. Í mínum hugaheimi eigur hann at vera í Havn, har samstarv kann vera við Sjúkrasystraskúlan og røktarheimini. Tað kann ikki bíðast við hesum longur. Fakfólk og brúkararnir eiga at gera vart við seg. Verður ikki skjótt borið at, fer eingin at hætta sær undir at taka á seg ábyrgdarfulla arbeiðið, sum tað er at vera heimahjálp. Tað vildi verið gleðiligt, um semja fekst í lag, soleiðis at skúlin verður settur á stovn 1. jan. ár 2000. Tað fer at skapa trygd og lívsvirði hjá fólki, sum í dag hava tørv á hjálp og stuðli frá góðari heimahjálp.
- Nú leggja tey so stóran dent á at blanda heimahjálpararnar, so brúkararnir aldri hava ta somu. Tað man vera tí, at leiðslan er bangin fyri, at brúkarin og heimahjálpin knýta seg ov tætt. Eg dugi ikki at síggja, hví tað skal vera so vandamikið. Persónliga sambandið millum brúkaran og heimahjálpina er av týdningi. Nógv gleða seg til at fáa heimahjálpina á gátt, sigur Jóhanna, sum seinnu árini hevur havt heimahjálp ein tíma um vikuna.
Alt skal røkjast
Fyri umleið tíggju árum síðani tók Landsfelag Pensjónistanna stig til at seta á stovn Vitjunartænastuna. Endamálið við hesi skipanini var at savna eitt netverk av fólki, sum átóku sær at vitja gomul fólk, ið vóru einsamøll. Heitt varð á Jóhonnu Johannesen og onnur um at seta Vitjunartænastuna á stovn, og saman við Reyða Krossi varð farið til verka. Ein kvinna frá danska Reyða Krossi hevði skeið fyri átta fólkum, ymsa staðni úr Føroyum, sum høvdu átikið sær at verið vitjunarvinir, og á skeiðnum varð gjøgnumgingið, hvat vitjunarvinirnir skuldu leggja dent á.
- Hetta var ein góð barlast at hava, og vit, sum tóku lut á skeiðnum, lærdu síðani frá okkum aftur, greiðir Jóhanna frá.
Vitjunartænastan fekk frá fyrsta degi góða undirtøku, ellis- og røktarheim tóku væl ímóti, og nógvir einstaklingar vendu sær eisini til Vitjunartænastuna.
- Alt skal røkjast, og tað royndu vit, sum tóku stig til tænastuna. Skeið varð fyriskipað í sálarhjálp fyri at geva vitjunarvinunum eina størri vitan, og tað munaði væl.
Jóhanna hevði lovað at fingið gongd á Vitjunartænastuna, og tað hevði hon gjørt. Tá ið hon gjørdist áttati fyri nøkrum árum síðani, tók hon seg burturúr, og í dag anir henda tænastan bert. Orsøkin sigur Jóhanna er, at núverandi formaðurin í Reyða Krossi hevur tikið ræði av øllum og tænastuni.
- Uttan mun til, hvat vit søgdu, varð ikki lurtað eftir okkum. Av tí sama er tænastan dottin fyri bakka. Tey, sum av fyrstan tíð gjørdust vitjunarvinir, eru trúføst, og vitja enn fólk. Tað er rættiliga spell, at Vitjunartænastan ikki virkar longur, serliga nú Heimahjálpin er skorin so nógv niður. Ikki minst eg harmist.
Landsfelag Pensjónistanna hevur í kvittanum at endurstovna tænastuna uttan um Reyða Kross, og sum skilst hevur landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, játtað at stuðla.
³Hatta er ein farin tíð!²
Jóhanna heldur ikki, at eldri fólk verða møtt við umhugsan og virðing, sum tey hava uppiborið.
- Gomul fólk eru ofta bert stríð hjá yngri fólki. Tey ungu hava so nógv um at vera. Tey hava eitt strævið lív, og tí er ikki tíð til okkum gomlu. Av tí sama verður heldur ikki lurtað eftir, hvat vit hava at siga, og hvørjar royndir vit hava. ³Hatta er ein farin tíð!², siga tey. Og vit skulu helst ikki gremja okkum, tí so eru vit ein byrða.
Hon heldur avgjørt, at eldri fólk hava eina orsøk til at stúra fyri framtíðini. Í Norðstreymoy er einki ellis- og røktarheim. Í Vestmanna er eitt sambýli, og har eru fyri tað mesta røktarsjúklingar.
- Tann dagin vit verða sjúk, er eingin hjálp at heinta. Og er tað nakað eg ræðist, so er tað at gerast sjúk. Børnini búgva øll aðra staðni, og vit hava eingi avvarðandi her. Fyrr var tað ein sjálvfylgja, at øll hjálptu hvør øðrum, og at børnini tóku sær av teimum gomlu. Gomul fólk í dag hava tað í felag, at tey vilja ikki verða til stríð. Flyta gomul inn til ung, verða tey ungu noydd at taka nøkur serlig atlit, og tað kann verða strævið, sigur Jóhanna Johannesen.
- Gomul fólk vilja hava ávirkan á, hvørja hjálp, tey fáa, men ofta verða tey ikki eftirspurd. Eg eri glað fyri hvønn morgun eg vakni, og fyri hvønn dag, sum hevur gingið væl. Ikki fyrr enn tú hevur verið sjúk og illa fyri, veitst tú, hvussu umráðandi tað er at hava eina góða heilsu, og í dag leggi eg stóran dent á ansa væl eftir mær sjálvari. At eygu og oyru vikna taki eg púra natúrliga. Tað hoyrir bara við, tá ið tú eldist.
Gott tiltak
Hóast Jóhanna hevur tikið seg burtur úr øllum arbeiði, hevur hon framvegis stóran áhuga fyri tí, ið rørist rundan um hana. Fyri sjey árum síðani tók hon stig til at seta á stovn tilhald fyri eldri fólk í Vestmanna.
- Meðan Maria Hansen var bygdaráðsforkvinna, royndi hon at útvega okkum eitt tilhald, men gavst so á hendur, tí hon maktaði tað ikki. Eg havi havt nógv at gera við Almannastovuna í síni tíð, og tí helt eg meg vita um ein grunn, haðani vit kundu fáa stuðul til eitt tilhald. Tí beyð eg mær til at fara á Almannastovuna og kanna málið. Hetta gekk væl, vit skuldu seta saman eina ætlan yvir, hvussu nógv Tilhaldið fór at kosta, og so varð gjørt. Almannastovan rindar húsaleiguna og fyri, at tvær kvinnur gera ein drekkamunn. Sjálvan drekkamunnin rinda vit sjálvi fyri, og eg taki mær av roknskapinum fyri einki, sigur Jóhanna.
Upp ímóti 30 fólk koma saman eina ferð um vikuna í Tilhaldinum, sjálv eru Jóhanna og maðurin við hvørja ferð. Tey spæla kort, kúluspæl, binda, og øll práta og hugna sær saman.
- Vit gomlu eiga ikki at taka til takkar við støðuna sum hon er, men royna at fáa hana betri. Tí eiga vit at streingja á at fáa røktarheim og búpláss til eldri fólk. Eingin tekur stig til nakað. Fólk, sum eru 50-60 ár í dag, halda seg hava góða tíð til tey gerast gomul, men tað hava tey ikki. Tað eru tey, sum mugu taka stigið og fáa nakað gjørgnumført. Vestmanna kommuna hevur keypt eitt grundøki til sambýli, men so hendir ikki meiri, og tað kemst kanska av, at tað eru yngri fólk, ið sita í bygdaráðnum. Tað skal vera onkur, sum tekur sær av málinum burturav.
Mugu gera vart við okkum
Seinasta kvøldsetan í sambandi við Eldraárið í Føroyum var í Vestmanna fyri tveimum vikum síðani, og millum luttakararnar vóru bygdaráðsforkvinnan í Vestmanna og landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum.
- Eg varð rættiliga skuffað av, at eingir menn frá bygdaráðnum høvdu hug at taka lut. Mær hevur dámað væl tiltøkini í sambandi við eldraárið, og eg vóni, at tað hevur sett eitthvørt í gongd í politikarum og embætisfólki. Eingin eldrapolitikkur er í Føroyum, og tað verður eitt framstig, um ein slíkur spyrst burturúr. Sjálv vænti eg ikki okkum báðum nakað meir.
- Eg kundi hugsað mær, at kommunan veitti eldri fólki við sukursjúku eitt tilskot, so tey hava ráð at fara til fótarøkt. Hetta snýr seg ikki um nógvar pengar, men hevur stóran týdning fyri tey gomlu. Eg havi áður heitt á kommununa um at fáa tilskot til hetta endamálið, men tað eydnaðist ikki. Eg fari tó at royna enn eina ferð.
- Gera vit gomlu ikki vart við okkara tørv, hendir einki. Og tað er ikki so løgið, tí tey yngru kunnu ikki vita, hvat vit ynskja. Gomul fólk rópa ikki upp um, hvat tey hava brúk fyri. Vit hava livað í teimum tíðum, tá ið alt var so fátæksligt. Tað er hugsandi, at tey ungu í dag, fara at rópa harðari, tá ið tey gerast gomul.
Gomul fíggjarliga illa sperd
Skulu gomul fólk í dag hava møguleikan at varðveita egnan bústað, tá ið tey verða einsamøll, má fólkapensjónin hækkast munandi.
- Pensjónin, soleiðis sum hon er í dag, er alt ov lítil, til at vit kunnu klára okkum, verða vit einsamøll. Og tað nyttar lítið at hækka ymsar viðbøtir í pensjónini, soleingi grundupphæddin ikki verður hækkað. Vit eru nógv, sum bert fáa grundupphæddina. Maður mín fær minstu krígspensjón, men av tí sama verða vit skattað so mikið, at vit hava lítið meiri eftir, um vit bert fingu vanligu fólkapensjónina.
- Tað hevði verið gott og trygt, um eldri fólk kundu havt møguleikan at flutt í minni eldraíbúðir. So eru tey altíð nær fólki, og tað skapar tryggleika og trivna.
- Tað er skammiligt, at pensjónin er so lág. Øll hava fingið meiri í løn, ikki minst politikararnir, meðan fólkapensjónin er undir alt lágmark. Teir kunnu saktans rópa upp um loysing, tí teir hava onga neyð. Vit gomlu tola ikki at fáa tað verri, og tað er stórur vandi fyri tí, um loysingin verður veruleiki.
Døpur framtíð
Hóast Jóhanna roynir at hava eina vón um dagin í morgin, heldur hon, at tað kann ikki tigast burtur, at ein vissur ótti er á fólki um framtíðina, serliga tí eldra fólkinum.
- Síðani seinasta løgtingsval, hava øll kappast um meiri løn, men tey gomlu hava enn einki fingið. Blokkurin hevur gjørt, at pensjónin ikki er prístalsviðgjørd, hóast allir prísir eru farnir upp. Sostatt er minni í part hjá okkum gomlu í dag.
- Tað órógvar nógv, hvussu nógv politikarar tosa um framtíðina hjá Føroya landi. Tað er lagamanni hjá teimum, sum sita í feitum sessum, kanska fleiri góðum størvum og við góðari eftirløn, at rópa upp um loysing. Hesi eru tryggjað, meðan tey minni mentu, gomlu og sjúku, verða spard burtur. Og tey veiku orka ikki at mótmæla. Hóast vit eldri hava fylgt við í kjakinum um Hvítubók, er ringt at skilja, at vit fáa betri kor her á landi, tá ið vit hava fingið fullveldi. Landið má útbyggjast nógv meiri. Tað nyttar ikki at løgtingið játtar at seta ymiskt í gongd, uttan at hugsa um pening og hvaðani hann skal koma. Sum støðan er í dag, vera tað ikki tey veiku í samfelagnum, sjúk og gomul, sum fara at atkvøða fyri loysing, sigur Jóhanna Johannesen at enda í viðtali.