– Vit høvdu eina vón í gjár, men tíverri eydnaðist tað ikki. Tað sigur Siri Súsonnudóttir Hansen, nevndarlimur í LGBT, eftir at Løgtingið feldi uppskotið um at geva samkyndu foreldru sama rætt úr barsilsskipanini, sum onnur foreldur.
Hon sigur, at nú dugir hon ikki at siga, hvussu verður í hesa næstu tíðina, tí hon er fullgreið yvir, at tað eru kreftir í samgonguni, sum ikki eru sinnað at geva samkyndum fleiri rættindi.
https://www.in.fo/news-detail/news/eg-vard-raettiliga-kloekkur-i-gjarkvoeldid/Les meiri her: Eg varð rættiliga kløkkur í gjárkvøldið
Hon sigur, at í roynd og veru er støðan nú, at mismunur verður gjørdur á børnum, tí hóast samkynd eru gift, verða tey framvegis roknað sum støk. Hon sigur, at tað, sum manglar í Føroyum, er, at heitini sammóður og sampápi, verða viðurkend í Føroyum.ð
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hava greiða frá, hvussu hon metir støðuna eftir tingfundin í gjár