-Vit høvdu raðfest øðrvísi

Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, heldur, at løgmaður átti í nýggjársrøðu síni heldur at lagt dent á tey mál, sum hava savnað okkum føroyingar seinasta árið enn at nýta so stóra orku til mál, sum skilja okkum sundur

-Heldur enn at leggja so stóra orku í mál, sum seinasta árið hava skilt okkum sundur, átti løgmaður at lagt dent á mál, sum hava savnað okkum. Løgmaður hálovar allar møguleikarnar, sum yvirtøkulógin og uttanríkispolitiska lógin gevur, og reypar av íslandsáttmálanum, hóast bæði mál hava elvt til mikið stríð seinasta árið.

Formaður Miðfloksins og andstøðulimurin, Jenis av Rana, heldur ikki nógv um røðuna hjá løgmanni gamlaárskvøld. Hann fílist á millum annað á, at løgmaður ikki nevndi, hvønn framíhjárætt vit føroyingar hava sammett við aðrar tjóðir.

- Ein Miðflokkaløgmaður hevði uttan iva lagt dent á, hvussu eydnusom vit eiga at vera fyri at búgva í Føroyum, tí vit dag og dagliga kunna liva í sátt og semju, og sleppa undan teimum stóru vanlukkum, sum herja londini uttanfyri okkum, heldur hann.

Jenis av Rana heldur eisini, at røðan í fleiri støðum var rættiliga óítøkilig. Her sipar formaður Miðfloksins serliga til partin um vinnulívið, sum hann kallar fyri ein slutur fyri ein slatur.

Raðfest øðrvísi
Jenis av Rana gevur kortini ikki bara ilt av sær. Hann hevur eisini rós at bera løgmanni. Hann sigur seg dáma væl tann partin av røðuni, har løgmaður nevnir, at vit hava brúk fyri hvørjum einstøkum borgara og at øll eiga at hava ein møguleika at virka í føroyska samfelagnum.

-Tað skal kortini ikki vera nakar ivi um, at vit høvdu nevnt aðrar samfelagsbólkar enn løgmaður gjørdi. Løgmaður dámar væl at provokera, og tað er helst orsøkin til, at hann nevnir tey samkyndu í røðuni. Vit høvdu heldur raðfest at nevnt tey sinnisveiku, einkir og tey sum liva á skuggasíðuni, vísir hann á.

Mynd:
-Løgmaður dámar væl at provokera, og tað er helst orsøkin til, at hann nevnir tey samkyndu í røðuni. Vit høvdu heldur raðfest at nevnt tey sinnisveiku, einkir og tey sum liva á skuggasíðuni, vísir Jenis av Rana á.
Mynd: Savnsmynd