- Vit høvu vónað betri forstáilsi frá manningarfeløgunum, tí vit hava alt ov stórar hýruútreiðslur á ymsum skipabólkum, t.d. línubátum. Tá hugsi eg serliga um yvirmenn og serliga yvirmenn á brúnni, skipara og stýrimann, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag.
Hann metr ikki, at nýggi sáttmálin beinleiðis er verri fyri nakran reiðara, enn tann gamli.
Styttu tíðina umborð metir Jákup Sólstein sum eitt tíðarkrav.
- Hetta var samalð krav frá øllum manningarfeløgunum, men tað kostar pening, sigur Jákup Sólstein.
Hetta rakar rækjuskip, men hesi hava fingið afturfyri viðvíkjandi laningarútreiðslum.
Reiðaafelagið er sum so ikki nøgt við tað, ið kom burturúr nýggju býtiskipanini, men teir eru nøgdir við, at manningarfeløgini góðtóku skipanina. Eisini eru teir væl nøgdir við, at hava fingið líka sáttmála við øll feløgini og Jákup Sólstein sigur, at hetta hevði ikki verið gjørt, uttan samráðingar við øll feløgini saman og uttan, at semingsstovnurin var uppí.
- Sum heild er okkurt komið burturúr, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.
Hann er væl nøgdur við nýggja sáttmálan fyri stórar trolarar, har býtisprosentið er nýtt, so tað gerst munandi bíligari fyri reiðaríi. Eisini verða færri mans umborð.
Størstu løninar
- Sáttmálin fyri frystiskip á línuveiðu er eini munandi bíligari fyri reiðaríini, enn núverðandi línusáttmálin, sigur Jákup Sólstein, og nevnir eitt roknistykkið, sum hann leysliga hevur roknað í høvdinum.
- Hevur eitt línuskip t.d avreitt fyri 14 milliónir í ár, so eru eini 800 túsund at spara fyri reiðaríið, sigur Jákup Sólstein.
Men hann er samdur við teimum sum siga, at lítið er broytt, men hann heldur, at har er ymiskt í nýggja sáttmálanum, sum kann ávirka tingini frameftir.
Hann váttar, at størstu trupulleikarnir eru millum yvirmenn og reiðarafelagið og ikki so nógv við Fiskimannafelagið.
- Men tað er nú so, at kann ein ikki seta ljósið á tær størstu løninar, so verður trupult at hyggja at teim minstu lønunum, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag í viðmerking til nýggja sáttmálan við manningarfeløgini.