Týskland-Føroyar
Hannover: Alt var klárt. Rúni Brattaberg hevði júst havt eina framúrskarandi vakra framførslu av tjóðsangi okkara, og beint eftir hevði ein týsk duett sungið týska tjóðsangin. Liðini høvdu stillað upp til myndatøku og so fór føroyska liðið undir størstu uppgáva sína nakrantíð. Ein dyst móti varaheimsmeistarunum. Hvørki meira ella minni.
Ringast hugsandi byrjan
Undan dystinum høvdu týsku miðlarnir kravt nógv mál av týska liðnum, og flestu føroyingar mundu vita, at hesin vandin lúrdi, og eftir bert tveimum minuttum gjørdist hann enn meira veruleikakendur. Ballack snittaði eitt innlegg fram til Jancker, sum var um at renna føroysku verjuna av, tá Óli skræddi hann um koll. Brotsspark til Týskland varð úrslitið, og hetta setti Ballack trygt í neti, og so var bara ein vegur ? hildu tey flestu.
Fyrstu løtuna eftir hetta var tað kanska so, at ferðslan var sera einstáttað. Týskarar løgdu ikki á sama hátt sum litavar eitt stórt einvegis trýst á føroyska málið. Føroyingar megnaðu eisini at spæla seg frameftir vøllinum, og eitt nú mundi Øssur spælt Jákup á Borg púrasta leysan. Men tað vóru týskarar, sum vóru teir vandamiklaru. Flata føroyska verjan hevði alstórar trupulleikar, tá spælt varð djúpt í borðini, ella tá bóltar vórðu sendir beint á krútsterka Carsten Jancker, sum í fleiri førum megnaði at halda báðum teimum føroysku miðverjunum burtur.
Vandin fyri einum skrædlið lúrdi eina løtu, og í veruleikanum var tað kanska bert Jákupi Mikkelsen at takka, at hetta ikki gjørdist veruleiki. Tvær reistur bjargaði hann skoti frá einum púrasta leysum Jancker, og heldur ikki Frings ella Klose høvdu stórvegis eydnu við sínum royndum á føroyska málið.
Teir tordu
Sum dysturin leið, so komu føroyingar alt meira við í spæli. Tað var eisini sjónligt, at leikarar nutu løtuna saman við heimsstjørnunum á vøllinum. Teir tordu at flyta bóltin frameftir, og einar tvær ferðir vóru teir enntá somikið djarvir, at annar av miðverjunum royndi at spæla seg við niðaneftir.
Sum hálvleikurin leið, so hoyrdust teir 700 føroyingarnir á leikvøllinum munandi betri enn hinir 35.300 týskararnir, sum avmarkaðu seg til ýlikonsertir við afturleggingar, og brádliga kom so hendingin, sum við eitt sendi Føroyar aftur á heimskortið. John Petersen hevði bóltin í høgru, og stakk frameftir til Jákup á Borg. Jákup hevði Frings beint eftir sær, men megnaði kortini at smekka innfyri, og í dysti við Andrew var Arne Friedrich somikið óheppin, at hann beindi bóltin inn um heimsins besta málverja.
Ókvæmisorðini heglaðu oman yvir týsku leikararnar, tá teir nakkalangir fóru til hálvleiks, har teir eftir øllum at døma fingu ein ordans vals frá venjaranum, og frá fyrsta bríksli royndu teir nú at trýsta føroyingarnar aftur á vøllin. Paul Freier var komin inn fyri Carsten Ramelow, sum als ikki spældi sum ein leikari í heimsflokki, og framrættaði leiklutur hansara gjørdi eisini, at føroyingar fyri tað mesta royndu at spæla langar bóltar niðan í álopi, so ondin kundi fáast aftur.
Málmøguleikar spurdust eisni burturúr. Føroyingar vóru hepnir, at royndin frá Ballack úr fimm metra fjarstøðu endaði á stólparótini, og hóast Andrew kløkkaði eitt sindur, tá hann skeyt frekt og flatt men beint framvið, so stóð mest sum greitt, at hetta kundi ikki halda, og tað gjørdi tað ikki.
Freier var maðurin aftan fyri málið, tá hann úr høgru sendi innfyri, og tætt undir málinum kundi Klose stúta bóltin í netið. Og so hordist áskoðarafjøldin hjá týskarum aftur. Í hvussu so er eina løtu.
Føroyar trýstu
Tí føroyska liðið gav ikki upp. At vinna seg aftur fyri aðru ferð ímóti Týsklandi í Týsklandi, man vera ein vónleys uppgáva fyri mest sum øll landslið, men hetta tóktist ikki nerva hetjur okkara. Heldur spentu teir seg enn meira. Teir høvdu longu fingið sjón fyri søgn, at tað kundi loysa seg at trýsta týskararnar, og tað hildu teir áfram við. Og so vóru teir eisini kaldir. Tá týskarar royndu at seta ferð á, varð spælið alla tíðina pilkað niður við lítlum fríspørkum, sum oyðiløgdu rútmuna í spælinum, og sum minuttirnir gingu, gjørdust týsku frustratiónirnar alt meira sjónligar.
Helst mundi týski venjarin, Rudi Völler, ikki vera heilt álvuligur við støðuna. Eitt var, at hann alla tiðina sást veipa og geyla at spælarum sínum, men hann sendi eisini Oliver Neuville at hita upp. Hann var annars ivasamur undan dystinum, tí hann hevði ein minni skaða, og tað varð sagt undan dystinum, at hann bert skuldi nýtast í ringasta føri, so hetta mundi vera ringasta føri fyri týskarar.
Og sum seinni hálvleikur leið, so skuldi tað vísa seg, at talan skuldi gerast um eitt heilt óvanligt kvøld fyri føroyskan fótbólt. Í roynd og veru høvdu týskarar bert eina vandamikla roynd seinasta hálva tíman, tá Jákup stórbjargaði einari frísparksroynd frá Hamann úr 20 metrum, og tó at føroyingar ikki skaptu so nógv, so lógu teir framvið.
Ein ógloymandi uppliving
Og áskoðararnir vendu eisini. Jákup á Borg varð klappaður av vøllinu, tá hann beint undan útskifting sínari hevði krúllað einar tríggjar týskarar niður. Óli Johannesen hevði eina góða langskotsroynd, sum tíverri rakti mitt á Kahn, og so høvdu føroyingarnir stóran møguleika at javna, tá sjey minuttir vóru eftir.
Eitt langt útspæl frá Jákupi Mikkelsen varð longt av John Petersen, og so spenti Hjalgrím avstað. Við bóltinum var 19 ára gamli klaksvíkingurin skjótari enn Jeremies, og tá heimsins besti málverji kom ímóti, tóktist Hjalgrím vera púrasta kaldur. Bólturin varð vippaður framvið Kahn, men ólukkutíð rakti skotið uttaru síðuna á stólpanum.
Hvussu lagið á Niedersachsenstadion hevði verið, um Hjalgrím hevði skorað, er ilt at siga, men tað er púrasta víst, at føroysku leikararnir ongan tíð fara at gloyma seinastu løturnar á leikvøllinum. Einastu rópini, sum hoyrdust kring vøllin, vóru tey, sum rungaðu til trummurnar hjá Oskari, og tá føroyski bólkurin tveir minuttir fyri leiklok sang tjóðsang okkara, var tøkkin ein rungandi klappsalva frá týsku áskoðarunum.
At tað ikki eydnaðist føroysku leikarunum at skapa ta heilt stóru og óhugsandi sensatiónina, tóktist heldur ikki bila nakað, tá dysturin endaði.
Týsku leikararnir vóru heilsaðir við einum gigantiskum »buuuh«, tá teir ætlaðu at takka áskoðarunum fyri dystin, og so áttu Føroyar tørn. Tey 36.000 fólkini í leikvøllinum reistust øll somul, og klappsalvurnar dundu oman yvir føroysku leikararnar. Við einum hjarta úr gulli og einum einastandi stríðsvilja høvdu teir spælt seg beint inn í týsku hjørtini, sum hendan dagin funnu sær nakrar nýggjar hetjur. Hesar eita ikki Ballack, Kahn ella Klose, men Mikkelsen, Fløtum, á Borg og annað, sum ikki er so vanligt um teirra leiðir.
Takk fyri dreingir. Hatta var ikki bara flott. Hatta var eitt einastandi avrik, sum tit hava alla orsøk at vera ernir um. Tit vunnu eingi stig, men tit vunnu milliónatal av fótbóltshjørtum kring allan heim.