Inngangin til søguna skrivaðu tey við teirra vallyftunum. Næsta stigið á leiðini má verða innihaldsyvirlitið, har tey koma við konkretum dømum viðv., hvat og hvussu tey fara at skriva søgu.
Eitt gott boð upp á fyrsta kapittul hevur longu snýkt seg framvið... G! Festivalurin. Tað átti at verið eitt upplagt evni til at skriva søgu. G! Festivalinum er ein tann besti ambassadørurin, ið vit hava út í heim. G! Festivalurin fær ótrúliga nógva og góða umtalu uttanlands, har hann m. a. bleiv róptur at verða millum 10 teir bestu tónleikafestivalarnar.
Um mann so er eitt sindur snildur, so eigur ein klokka at ringja, sum eitur ferðavinna, tí hesi bæði eru tætt knýtt at hvørjum øðrum.
Eitt annað snilt við G!, er skattapeningur og mvg. Hetta kemur alt beint aftur í landskassan... og leggur tú ferðavinnuna aftrat, so er talan um stórar upphæddir. Talan er sostatt um eina win/win situation, har mentan, landið, festivalgestir og ferðavinna fáa nakað gott burtur úr.
Hví gjørdi ongin nakað fyri at bjarga festivalinum?*
Plan B
G! Festivalurin er eitt, men Asfalt er nakað annað. Og sum eg skilji á lagnum, so stendur hesin festivalurin eisini til at rapa. Og her hava tit ein gyltan møguleika at vera við til at bjarga og útbyggja ein annan festival.
Asfalt skal síggjast sum ein risa gluggi út í heim, tí her er talan um føroyska rávøru, tá hon er best. Tað luttaka nógvir føroyskir bólkar á Asfalt (uml. 80, haldi eg meg minnast). Og tað er upplagt, at mann ger alt fyri at fáa pr fólk, útlendskar fjølmiðlar, management umboð, distributións fyritøkur og plátufeløg at leggja leiðina framvið. Føroyar hava kontaktirnar í lagi. Og eg vildi mett, at G!, Summarfestivalurin, Mjús, Teitur, Eivør, The Dreams, Kristian Blak o.s.fr. meir enn fegin vildu rætt eina hond í tí sambandinum.
Vit hava fleiri prógv um at okkara vøra er á altjóða støði. Eg kann, fyri ein ordans skyld nevna nøkur teirra Teitur, The Dreams, Boys In A band, Eivør, Teitur, Týr o.s.fr.. Og tað eru fleiri bólkar, ið av álvara banka á dyrnar. Hesir eru m. a. Budam, The Ghost og Sic.
Og sum eitt lítið bonus, so hava G! fyrireikararnir eitt sabbat ár, so mann skal sjálvandi dyrgja eftir at fáa tey við til at fyrireika Asfalt.
Hvørjar eru tykkara ætlanir og hvussu langt eru tit komin ávegis?
Sum tykkara løngjaldari, fari eg at lata hendan spurningin standa opnan til tykkum at svara.
* Her skal mann tó seta nýtt fólk at taka sær av tí fíggjarliga partinum, men fyri uttan tað, so skuldi kabalin gingið upp.