Sum flest øllum kunnugt, so vóru tað Gestir, sum leygardagin kundu standa sum greipuvinnarar av Prix Føroyum 2003. Teir ognaðu sær eitt festivalpláss í Nibe, har Clickhaze var í fjør, og harafturat endaðu teir á ongum minni enn fyrsta plássi í kappingini.
Í innleiðandi umfarinum í Fuglafirði endaðu Gestir sum nummar tvey ? aftanfyri Hatespeech, og sum vinnarar av hálvfinaluni tann 8. mars, høvdu gestirnir úr Gøtu ognað sær eitt finalupláss í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
Tað var onki »fancy« við framførsluni hjá Gestum. Teir vóru teir. Tónleikurin var í miðdeplinum, og fjeppararnir í reyðum Gestir t-shirts, stóðu sum ein stórur fýrakantaður klumpur beint frammanfyri pallin. Stjørnukastarar høvdu fjeppararnir úr Gøtu eisini við sær, men ongin eldur var á pallinum, og onki konfetti kom dettandi yvir høvdini á fjøldini.
Væl nøgdir
Spurningurin er sjálvandi býttur, men spyrjast má sjálvandi, hvussu gekst við framførsluni, og hvussu bólkurin er nøgdur við avrikið og úrslitið.
? Vit eru væl nøgdir. Tað gekk væl at spæla, og tað er tað, sum vit eru mest glaðir fyri. Vit fingu eisini undirtøku og stuðul frá áhoyrarunum, sigur Knút Háberg Eysturstein, ljómborðsspælari í Gestum.
? Tað er sjálvandi gott, at tú verður stuðlaður, men tað týdningarmesta er, at fólkið gevur tónleikinum ans og lurtar eftir tónleikinum, og tað gjørdu tey leygarkvøldið.
Finalan gjørdist tøtt leygarkvøldið. Tá alt varð talt saman, vóru tað bara fimm stig, sum skiltu Gestir og Déjá Vu.
? Nú havi eg sæð finaluna í sjónvarpinum, og tað var øgiliga tætt. Déjá Vu vóru knasandi góðir, so tað kundi eins væl verið teir sum vunnu sum vit. Makrel vóru eisini góðir, men eg haldi, at tað var eitt sindur løgið, at stigini vórðu kunngjørd á ein hálvgum pínligan hátt.
Útlendsku dómararnir góvu Gestum heili 69% av sínum atkvøðum, og kann ein róliga siga, at tað er rættiliga nógv.
? 69% frá teimum útlendsku dómarunum sigur okkum, at vit hava kanska fatur á onkrum, sum fólk uttanfyri Føroyar hava áhuga fyri, heldur Knút.
Føroyskt og egið
Gestir eru ein føroyskur bólkur, og tað ætla teir ikki at broyta nakað uppá. Teir yrkja føroyskt, og hesum ætla teir eisini at halda fram við.
? Vit ætla at halda fram við at yrkja á føroyskum. Tað hoyrir uppí heildina hjá okkum. Vit hava eitt vakurt mál, og tað eiga vit at brúka ístaðin fyri enskt. At yrkja á føroyskum ger tað meira egið enn tað verður á enskum, sigur gesturin úr Gøtu.
Post-prix-rúsurin er nú við at taka av og dagligdagurin byrjar so spakuliga aftur.
? Nú royna vit bara at fáa tað at sodna, og royna at hugsa um, hvat hetta inniber. Vit skulu í studio og til festival, og hetta er sjálvandi stuttligt. Men hetta er eisini ein stór avbjóðing, so nú fara vit at venja nógv og gera góðan tónleik. At vinna prixið er uttan iva eisini ein góð motivatión.
Hetta er aðru ferð á rað, at Prix Føroyar sigurin endar í Gøtu. Hvat eta tit har, sum ikki er at fáa aðrastaðni í landinum?
? Nú veit eg ikki, hvat vit eta, men eg haldi, at tað hevur nakað við tað at gera, at Grót trýr uppá virksemið, sum gongur fyri seg har. Vit venja í venjingarhølunum hjá Grót, og tað gevur nógv at vera við í samtakinum. Eg vil næstan siga, at tað er grundarlagið undir bólkinum, sigur Knút, sum leggur afturat, at tað, at prixið tvær ferðir á rað er endað í Gøtu, er uttan iva eitt herðaklapp til Grót. Hann heldur eisini, at politikkararnir áttu at fingið eyguni upp fyri virkna tónleikalívinum her á landi.
Aðrar leiðir
Føroysku dómararnir góvu Gestum ein triðing av atkvøðunum. Og hyggjarar og lurtarar kring landið góvu Gestum 34%. Til samanberingar vóru Déjá Vu nógv betur umtóktir millum føroyingar. Teir fingu 58% av føroysku dómaraatkvøðunum, og 48% frá hyggjarum og lurtarum.
? Déjá Vu raka breiðari enn vit gera, men uppá ein annan máta. Vit larma meira, meðan teirra tónleikur er meira reinur og poleraður ? uppá ein góðan máta. Onkur eftirlýsti góð løg á prixnum, men eg haldi, at hetta er eitt týðiligt tekin uppá, at tónleikurin í Føroyum gongur aðrar leiðir enn áður, heldur Knút.
Fleiri vilja vera við, at Gestir minnir í so nógv um bretska bólkin Radiohead. Til hetta sigur Knút:
? Radiohead er ein av nógvum bólkum, sum vit lurta eftir. Eg haldi, at í góðum tónleiki, finnur tú eina javnvág millum íblástur frá øðrum og títt egna, har tú leggur tín egna samleika og tína egnu bakgrund í.
Og her noyðast vit aftur at nevna, at Gestir yrkja á føroyskum.
? At vit yrkja á føroyskum, haldi eg er eitt pluss, og nakað, sum dómararnir hava lagt merki til. Hvat hevði Kent verið, um teir ikki yrktu á svenskum. Tað er teirra egna mál, sum ger tað til nakað serligt. Tað sama við Sigur Rós úr Íslandi. Á henda hátt gerst tað spennandi og áhugavert.
Framtíðin
Vinningurin til vinnaran av Prix Føroyum var ein stórur pakki við blandaðum tónleikaragóðgæti.
Mentamálráðið fíggjar eina viku í Lundgaard Studio í Keypmannhavn, har ungu tónleikararnir fáa høvi at vera gestir í eina viku.
? Framtíðin sær ljós og spennandi út. Vit fara at arbeiða meira við tónleiki, og tað gleða vit okkum til.
Harafturat sleppa teir við í donsku tónleikakappingina, Starfighters, sum kann geva atgongumerki til Skanderborg festivalin.
Umframt hetta, so ognaðu Gestir sær eitt atgongumerki til Nibe festivalin tann 27. juni.
? Vit høvdu ikki væntað, at sloppið við á nakran festival, men vit høvdu sjálvsagt vóna tað. Tað verður eisini stuttligt og spennandi. Vit eru bara nøgdir, sigur Knút Háberg Eysturstein úr Gestum, vinnarabólkinum til Prix Føroyar 2003, at enda.