Eirikur Lindenskov
Komandi vikuskifti - 22. til 24. januar - verður aftur høvi hjá dansihugaðum í Føroyum at læra at dansa tango.
Í studentaskúlanum í Hoydølum verður skipað fyri skeiði.
Tað eru tær báðar Siri Eysturoy og Gunnhild á Rógvu Olsen sum hava tikið stig til dansiskeiðið - og hetta er triðja skeiði av hesum slag.
Tær lata sera væl at undirtøkuni, sum tangodansurin hevur fingið.
? Tangodansurin er komin fyri at vera, siga tær báðar við ein munn. Tær siga frá, at tá tær skipaðu fyri tí fyrsta skeiðinum í august í fjør var luttøkan sera stór.
? Vit høvdu roknað við, at eini 25 pør fóru at tekna seg, men tá avtornaði høvdu heili 120 fólk teknað seg.
Eins og ta ferðina, er tað Gunner Svendsen, sum kemur frá Tangoakademiet í Århus, sum fer at undirvísa.
Okkum dámar
so væl at dansa?
Eitt av teimum pørunum, sum hava verið við alla tíðina, eru Marjun og Árni Svartafoss í Havn.
? Okkum dámar øðiliga væl at dansa - eisini gamlan dans og fólkadans, sigur Árni Svartafoss við Sosialin.
? Tí var beinanvegin áhugi fyri tangodansinum, tá vit frættu um dansiskeiðini.
Árni sigur, at hetta var sera spennandi, og rættuliga øðrvísi, enn tað, tey kendu til.
? Hetta er jú ein nýggjur dansur her heima. Musikkin hava vit sjálvandi hoyrt fyrr - onkra hendinga ferð í dansinum, uttan at vita, hvat vit skuldu gera við tað, sigur hann.
? Fyrr í tíðini hevur tango helst verið dansað meira - í Sjónleikarhúsinum við Gogguni, men tað, sum her er talan um, er argentinskur tango - og hann hevur so ikki verið dansaður her fyrr.
Hann sigur eisini, at tey bæði tí máttu rista allar fyristillingar um dans, sum tey høvdu, av sær og byrja heilt av nýggjum.
? Tað var eitt sindur trupult at fáa taktina í mergin, men tá hon er komin, er tað ikki so ringt at koma runt á gálvinum.
Árni sigur, at tú lættliga kann klára teg uttan tær heilt stóru »krúllurnar.«.
? Vit hava verið á tveimum week-end-skeiðum og hava sjálvandi nógv eftir at læra, men vit hava fingið tango í blóðið og ætla avgjørt at halda fram.
Hann sigur, at av tí at hetta er so nýtt, eru øll á nøkulunda sama støði - á byrjunnarstøði. Aftur at tí, at tað er stuttligt at dansa, so sær tango eisini sera flott út, heldur hann, so um onkur vil imponera á dansigólvinum, so er at leggja í vaðið?
Árni roknar við, at tango fer at gerast meira vanligt - eisini í almenna dansinum, tí tað er so gott at fáa variatión í dansin, heldur hann - og leggur afturat:
? Vit eru glað fyri, at vit fóru við?
Vilja eisini
hava nýbyrjarar
Siri og Gunnhild siga, at tær fegnar vilja hava, at fleiri nýbyrjarar koma við hesaferð.
? Skeiðið verður skipað soleiðis, at nakað verður til øll - bæði tey nýggju og tey, ið hava verið á báðum undanfarnu skeiðunum, so eingin skal halda seg aftur av hesi orsøk, sigur Siri.
Tær báðar leggja annars dent á, at tað altíð er nakað til øll - og til allar aldursbólkar. Luttakararnir hava verið frá 14 - 70 ár.
Dansað verður tvær ferðir um mánaðin, og tey eru eini 20-30 fólk, ið dansa av álvara.
Til ber at tekna seg til skeiðið á telefon 310506 - 310761(Siri) ella 318706 (Gunnhild)
Tey, ið vilja vita meira um tango, kunnu leita sær á internetið: www.tango.dk