- Vit hava fingið uppreisn

Tað sigur Petur Mittún, venjari hjá H71, sum hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar móti KÍF, eftir at teir taptu við 14 málum í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini.

 

- Vit hava eitt ungt og viðbrekið lið, og tí kunnu úrslitini skjótt fara báðar vegir, men eg eri glaður fyri at vit hava vunnið á KÍF í bæði landskappingini og í kvøld, sigur Petur Mittún.

 

H71 vann í kvøld 22-20 á KÍF í seinnu hálvfinaluni, men tapti samanlagt 49-37.

 

Hoyr samrøðuna við Petur Mittún ungir greinini