- Vit hava gott mót

Eyðun Klakstein trýr uppá, at B36 kann leika seg víðari ímóti walisiska mótstøðuliðnum

Greitt er, at B36 skal spæla ímóti walisiska The New Saints í fyrsta undanumfari í Champions League. B36-venjarin, Eyðun Klakstein, staðfestir, at B36 kundi fingið eitt verri lutakast.

 

- Tað var ein lætti at sleppa undan longu ferðini til truplu umstøðurnar í Armenia, men vit fingu ikki ynskilutakastið, sum var at spæla ímóti Santa Coroma úr Andorra.

 

Liðið, sum B36 skal spæla ímóti, er tó tað sterkasta av teimum, ið B36 kundi trekkja, metir Eyðun Klakstein. New Saints vann bæði meistaraheitið og báðar steypakappingarnar í sínum heimligu kappingum. The New Saints hevur vunnið walisiska meistaraheitið heili fýra ferðir á rað.


- Av teimum fýra feløgunum, vit kundu fáa í lutakastinum í dag, var New Saints tað sterkasta liðið. New Saints er helst eitt vet sterkari enn føroysk feløg, men ikki so sterkt, at vit ikki kunnu vinna teir.  

 

Hóast avbjóðingin er stór, so hevur Eyðun Klakstein góðar vónir til dystirnar ímóti The New Saints.

 

- Málið við luttøkuni í Champions League er at vinna okkum víðari frá fyrsta umfari. Tað er sjálvandi ein stór og krevjandi uppgáva, men vit hava gott mót og fara at fyrireika okkum so væl sum gjørligt til hesar dystirnar, sigur Eyðun Klakstein at enda.