Øll vilja hoyra teirra fangandi og melidiøsu løg, syngja við og hoyra teirra stuttligu tekstir, sum tó so ofta hava ein týdningarmiklan, undirliggjandi boðskap, ið er verdur at taka til eftirtektar. Teir eru helst tað, ein kann kalla røddin hjá tí unga fólkinum í landinum, og stemningurin er altíð fantastiskur, tá teir spæla.
Eg kann ímynda mær, hvussu stuttligt tað má vera hjá teimum at standa á pallinum og síggja so nógv fólk skróla við sangunum, teir hava skrivað. Ikki minst er tað óbeskriveliga gott, deiligt og positivt at síggja og hoyra hesar væl samanspældu menninar, sum allir hava eitt forherað glimt í eyganum, sum ikki ber til at standa ímóti. Teir syngja um alt tað, eingin hevði droymt um at torað at fýrt av fyri bara 10 árum síðan. Men tað er fantastiska gott og gleðiligt at síggja og hoyra, at tíðirnar eru broyttar, og at vit eru við at førka okkum inn í modernitetin. – Tað var eisini uppá tíðina.
Óvanliga fáir áhoyrarar
Fríggjanáttina kl. ræðuliga seint fóru Páll Finnur Páll so á pall, og hóast tað vanliga er stúvstappað til konsertirnar hjá teimum, so var spæliplássið ikki meir enn umleið tveir triðingar fult. Tað er ongin ivi um, at fleirtalið av G!gestunum hoyra til tann aldursbólkin, sum eigur Páll Finnur Páll, eins og aðrir aldursbólkar áttu Frændur, Harkaliðið, Enekk osfr., og tí undrar tað, at spæliplássið ikki var á tremur.
Um hetta stóðst av veðrinum, seinu framførsluni ella onkrum heilt triðja, skal eg ikki kunna siga, men trupulleikin var ikki hann, at teir ikki leveraðu vøruna akkurát, sum teir skuldu. Í reyðum skjúrtum og svørtum slipsum byrjaðu teir í toppformi. Henda formin hildu teir gjøgnum alla konsertina. Teir spældu alt tað, fjøldin vildi hoyra og góvu teimum tað, tey høvdu bíðað eftir.
Tey, ið vóru á konsertini, høvdu eina supergóða uppliving, har ljóðið var fínasta slag, og har tey fingu møguleika at dansa og syngja, eins og tey høvdu havt við Eivør frammanundan.
So Sigøjnarin á vaglinum, tey heimleysu og allir hinir figurarnir hjá Páll Finnur Páll vunnu flog á gøtuhimmalinum, har regnið enn einaferð sílaði niður hetta vikuskiftið, ið helst var eitt tað vátasta í laaaaanga tíð. Hetta var hinvegin kanska eisini einastu ferð flestu áhoyrararnir hjá Páll Finnur Páll ikki høvdu eina madras í part, og so kann mann kanska læra eitt sindur av tí, gleða seg til at koma heim aftur til sivilisatiónina og taka alt kaosið sum eina uppliving, ið er verd at minnast fyri tað hon var.