Vit hava ikki fakliga førleikan í Føroyum

Landslæknin Høgni Debes Joensen ímóti føroyskari vísindasiðsemisnevnd

Landslæknin metir ikki, at vit eiga at hava eina sjálvstøðuga økisvísindasiðsemisnevnd í Føroyum, men ístaðin áttu vit at verið ein partur av einari av teimum 7 økisnevndunum í Danmark. Hann sammetir føroysku støðuna við Bornholm, sum ikki hevur eina sjálvstøðuga nevnd, men hevur 2 umboð í økisnevndini hjá Frederiksborg-, Roskilde-, Storstrøms- og Vestsjællands amt. Henda nevnd umboðar uml. 1 mill. fólk.

Landslæknin metir harumframt ikki, at vit hava fakliga førleikan til eina sjálvstøðuga økisvísindasiðsemisnevnd í Føroyum.

Helena Dam á Neystabø, landssýriskvinna, hevur ikki tikið metingina hjá landslæknanum til eftirtektar í lógaruppskotinum, men sigur, at umstøðurnar viðvíkjandi gransking í Føroyum eru so sermerktar, at tað er neyðugt við eini sjálvstøðugari nevnd. Hon heldur at vandi er fyri, at okkara áhugamál fella burturímillum, um vit eru partur av eini størri nevnd. Hon sigur eisini, at um føroyska nevndin er í iva um eitthvørt, er møguligt at fáa ráð og vegleiðing frá høvðusnevndini. Harafturat er møguligt, at kæra avgerðina frá føroysku nevndini til høvuðsnevndina í Danmark.