Vit hava møguleika móti Luxemburg

- Frakland telist millum avgjørt sterkastu unglingatjóðir í fótbólti, so tað verður heilt vist ein sera trupul uppgáva.

 

Tað sigur venjarin hjá U17 landsliðnum í fótbólti, Áki Johansen.

 

Hann sigur, at vit vanliga møta einum sera sterkum liði í bólkaspælinum, og tað hevur verið Spania, sum Frakland javnan kappast ímóti at verða besta liðið í Europa, ella tað kann vera Ongland.

 

- Eg má siga, at eg kenni ikki so nógv til Norðurírland, men vit hava fyrr fingið góð úrslit móti teimum, sigur Áki Johansen.

 

Triðja liðið í bólkinum er Luxemburg, sum eisini verður vertur fyri bólkaspælinum, sum fer fram 28. og 30. oktober og 2. november 2011.

 

- Tað kann tykjast ein fyrimunur hjá Luxemburg at hava heimavøll, men tað kann eisini verða til okkara fyrimun. Skulu teir vinna ein dyst, skal tað verða móti okkum, og tað leggur eitt eyka trýst á teir, at teir tá eru á heimavølli, sigur Áki Johansen.

 

U17 venjarin heldur, at tað er í alstóran mun við til at menna føroyskar fótbóltsleikarar, at vit seinastu árini hava havt U15, U17, U19 og U21 lið.

 

- Hetta er við at menna føroysku leikararnar, og úrslitini hjá seliga U21 hava verið framúr góð. Vit síggja eisini, at leikararnir á føroyska landsliðnum gerast yngri og yngri, og tað er ungdómslandsliðunum fyri at takka, sigur Áki Johansen, venjari hjá U17 landsliðnum.