Vit hava ongan skund

-Vit hava ongan skund við at privatisera Fiskavirking, men støðan hjá grunninum er tó púra greið: Fiskavirking skal seljast til hægstbjóðandi sigur formaðurin í Framtaksgrunninum, Niels Winther Poulsen. Hann leggur aftrat, at alt verður selt undir einum. Í løtuni verður bíðað eftir eini frágreiðing um bygnaðin í fiskvinnuni, sum Vinnumálaráðið hevur sett í gongd og sum skuldi vera liðug í november

Fiskavirking

Niels Winther Poulsen sigur, at áðrenn Fiskavirking verður selt, so verður sølan fráboðað í góðari tíð. Hvat viðvíkur møguligum útlendskum áhugamálum í eini slíkari sølu so vísir nevndarformaðurin á, at nevndin hevur bara eitt at halda seg til, og tað er at selja til hægstbjóðandi. Um so er at myndugleikarnir ynskja, at meirilutin av partaeigarunum skulu vera føroyskir, so kann løgtingið bara gera tað við lóg. Kemur slík lóg, so hevur Framtaksgrunnurin eisini at laga seg eftir tí .

Niels Winther Poulsen heldur sjálvur, at tað besta fyri Fiskavirking er, um fyritøkan verður privatiserað, tí harvið fær hon betri arbeiðsfrið.