Í eini grein á in.fo fyrr í dag segði formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Hans Joensen, at hann ynskti at leggja arbeiðarafeløgini í Havnini saman, men at tað helst fór at krevja, at nakrir kamelar máttu svølgjast.
Vigdis Johannesen, forkvinna í hinum stóra arbeiðarafelagnum í Havnini, Havnar Arbeiðskvinnufelag undrast yvir tí fráboðanina.
- Tað var ein tilgongd, har nevndirnar í báðum feløgunum møttust. Tá var mín uppfatan, at ein samanlegging av feløgunum var møgulig. Vit hava ongar kamelar at svølgja, sigur Vigdis Johannesen, ið tó leggur dent á, at tað eru nógv viðurskiftir, ið mugu fáast upp á pláss áðrenn tvey so stór feløg kunnu leggjast saman.
Spurd um navnabroytingin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag til Havnar Arbeiðarafelag, kann metast sum ein roynd at lokka limirnir hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag yvir til Havnar Arbeiðarafelag, sigur forkvinnan, at tað væntar hon ikki.
- Vit hava vitað av hesum í eina tíð, so vit eru ikki tikin á bóli. Tað er sum so ikki eitt tekin um broyttan strategi. Vit broyttu jú sjálv okkara samleika fyri nøkrum árum síðani, so at felagið betri endurspeglaði, at tað bæði eru kvinnur og menn, ið eru limir í tí. Tá avgjørdu vit at brúka styttingina av navninum, HAK, í størri mun.
Kann tað so væntast, at Havnar Arbeiðskvinnufelag broytir navn í næstum?
- Vit hava umhugsað tað. Tað eru nakrir praktiskir fyrimunir við at stytta tað til HAK, sigur Vigdis Johannesen at enda.