Nú vil hann sita hinumegin borðið. Hann hevur verið fjølmiðlamaður seinastu 29 árini, men Sambandsflokkurin boðaði frá fyri tveimum vikum síðani, at Jústinus Eidesgaard bjóðar seg fram fyri flokkin.
Aðalmálið er flogferðaseðlarnir millum Føroyar og Danmark. Hann tvíheldur um, at føroyingar hava rætt at ferðast fyri bíligari pening. Jústinus Eidesgaard saknar, at tingfólk taka sítt starv í álvara. Hann væntar, at føroyingar fara skjótt at gevast at drepa grind, og hann heldur, at landsstýrið skal gera enn eina íløgu í Smyril Line.
Tú var sosialisur sum ungur. Hví bjóðar tú teg fram fyri Sambandsflokkin?
- Eg hoyri til tað reyða ættaliðið av føroyingum, sum fekk skegg á høkuna beint aftan á ungdómsuppreisturin seinast í sekstiárunum, men sum fullkomiliga misti sín politiska samleika 20 ár seinni, tá ið kommunisman og partvíst sosialisman prógvaðu sítt dugnaloysi sum búskaparskipan, og Berlinmúrin fall í 1989. Í 1990 var eg eitt heilt summar og vitjaði í kommunistiska landið Kuba. Heimafturkomin segði eg, sannførdur av sonnum, vinstravonginum farvæl.
Er tað ráðiligt, at journalistar, sum hava víst sín politiska lit, halda fram í sínum starvi sum fjølmiðlamenn?
- Vit, sum eru útbúnir journalistar á teimum góðkendu journalistskúlunum í Norðanlondum, hava lært eitt fak, har halda okkara egnu meining burtur frá tí máli, vit viðgera. Eg havi verið útbúgvin journalistur í 29 ár, og tað er ongin í Føroyum, sum hevur ánað, at eg kundi stilla upp fyri Sambandsflokkin. Eg havi ongantíð meldað alment út, hvar eg standi politiskt. Tá ið mítt politiska ævintýr er av, havi eg framvegis mítt journalistiska fak at venda aftur til. Tá eri eg ikki longur politikkari, men aftur journalistur, og har eru krøvini um at vera sakligur og at stremba eftir at vera óheftur, framvegis gandandi. Eingin kann vera fullkomiliga óheftur. Bara við at viðgera eitt evni, er eitt persónligt val.
Hvat er ein føroyingur?
- Ein føroyingur er eisini ein og hvør, sum vil búgva í Føroyum og vil integrera seg í føroyska samfelagnum.. Tað eru ikki genini, sum eru avgerandi. Hygg bara at USA, har eru fólk úr øllum heiminum amerikanarar. Fyri meg hevur størri týdning at kenna mín samleika sum menniskja enn sum føroying, og tí eri eg sambandsmaður.
Hvat saknar tú mest av øllum í føroyskum politikki?
- Eg sakni, at tingmenn taka arbeiðið í álvara og gera tingið til eitt virðiligt arbeiðspláss. Tað eigur at verða stór tign at vera lógarsmiður. At tingmenn hava sín egna integritet sum heil menniskju og ikki altíð krúpa fyri áhugabólkum, sum hótta við atkvøðuni til komandi val og trýsta. Tað kann ikki verða rætt, at meinigheitsráð, elstaráð og aðrir áhugabólkar í samfelagnum, eitt nú persónlig áhugamál í vinnuni, stýra lógarsmíðinum. Ein løgtingsmaður má vera eitt mannfólk við stórum M, og ein løgtingskvinna ein ordiliga sterk kvinna.
Eitt av tínum aðalmálum er, at flogferðaseðlarnir millum Føroyar og Danmark verða bíligari. Hvussu fremur tú tað í verki?
- Okkara loftvegis ferðasamband út í heim er ein spurningur um framskygni føroyinga, um at sleppa gomlum fordómum og at tora at hugsa heilt av nýggjum. Hvussu vit enn venda og snara verandi støðu, er tað ikki rætt, at ein ferðaseðil aftur og fram millum Føroyar og ríkishøvuðstaðin Keypmannahavn í meðal liggur um 4000 krónur. Tað rindi eg fyri at fara niður ólavsøkudag og koma heim aftur 11. august. Hevði eg verið í Keypmannahavn hetta tíðarskeið og heldur fór til Tromsø við Norwegian, hevði sama ferð kostað mær 2200 krónur. Av hesum eru 800 krónur avgjøld, og teinurin er 800 kilometur longri. Tað eru 1350 kilometrar til Føroyar og 1700 til Tromsø.
Tað eru tveir mátar at lækka ferðaseðlaprísin. Annar er ikki so virðiligur og heldur eingin gongd leið. Vit flogferðsluna ganga sum hon ger, halda fast við monopolstøðuna, yvirtaka privata partin í Atlantic Airways, og landskassin ber hallið av, at ferðaseðlaprísirnir verða lækkaðir ið hvussu er niður í eina helvt.
Hin mátin er, og honum eiga vit eiga at fylgja: vit gera eina íløgu í ein nýggjan, dagførdan flogvøll, sum uttan trupulleikar kann taka móti flogførunum hjá lagprísflogfeløgunum úti í Evropa, Norwegian og Ryan Air, og vit gerast ein partur av teirra rutuneti. Norwegian flutti 1,5 milliónir ferðafólk í fjør, 200.000 fóru um okkara flogvøll, men lágprísflogfeløgini hava áhuga fyri okkum.
Vit gera longu nú eina kostnaðarmikla og fullkomiliga ótíðarhóskandi útbygging í Vágum við eini lendingarbreyt upp á 1799 metrar, og hon fer í mong ár at skilja okkum frá framtíðini við 400 metrum. Tey nýggju og umhvørvisvinarligu Boeing 737-800 hjá Norwegian krevja ein vøll, sum er 2200 metrar langur og munandi breiðari, enn neyðloysnin í Vágum.
Ein nýggjur flogvøllur er ein íløga eini 50-60 ár fram í tíðina. Hon er dýr, og hon er fullkomiliga avgerandi fyri menningina av Føroyum. Eg skal ikki taka støðu til, hvar ein slíkur flogvøllur skal liggja, til tað hava vit serfrøðingar, sum duga at skyna á. Og vánaligar flogvallarumstøður mugu ikki avbyrgja Føroyar frá at gerast ein partur av lágprísflúgving, sum breiðir seg við ferð úti í heimi og sum førir trivnað og menning við sær. Ein og hvør føroyingur í okkara avbyrgda landi hevur rætt til at ferðast nakrar ferðir uttanlands um árið, uttan at mappan verður tynri av teirri orsøk.Hetta er ikki eitt álop á starvsfólkini á Atlantic Airways. Teirra uppgáva er at vinna nógvar pengar til eigararnar, sum í størsta mun er skattgjaldarin, við at leggja dýra ferðakostnaðin á júst sama skattgjaldara.
Supputerningurin ella estraktið av hesum er, at flogvøllurin ongantið eigur at avbyrgja okkum frá heimssamfelagnum, og tí mugu vit hugsa stórt.
Hví skulu vit gevast at drepa grind?
- Eg havi verið íðin grindamaður, og mær dámar væl grind. Og hinvegin eri eg vorðin meira bleytur við árunum og eti ikki annan mat enn grind, sum eg veit er eitraður. Vit missa nakað av smakki og matuppliving við at gevast at drepa grind, og vit fáa eina ríkari náttúru í staðin, har vit í framtiðini fara at síggja grind svimja millum oyggjarnar, uttan at ein floti av blóðtystum bátum jagstra hana.
Eg haldi, at tað er betri, um ynskið um at gevast við at drepa grind kom innan úr okkum, enn at tað verður trýst niður yvir okkum. Eg kundi eitt nú ongantíð hugsað mær at goldið fyri at sloppið at sæð tarvadyst, og hann verður bannaðue í eitt nú Katalonia í Spania næsta ár. Tað er eitt rák í heiminum, at djór hava virði í sær sjálvum, og ikki bara sum matur, og vit fara at fylgja hesum ráki í framtíðini, um vit vilja tað ella ikki.
Tú hevur verið tíðindamaður í nógv ár. Hvørji skotsmál gevur tú føroyskum fjølmiðlum?
- Sum garantur fyri fólkaræðinum hava vit brúk fyri einum sterkum almennum miðli, Kringvarpinum Tað er ikki rætt, at Kringvarpið skal vera bundið av lýsingarinntøkum frá okkara handilslívi. Tað er illgrunavert, at politikarar hava verið so kargir við Kringvarpið. Fyri mær sær tað út til, at teir ikki vilja hava ein sterkan óheftan miðil, sum kann hava eftirlit við teirra arbeiði, og tað er ein beinleiðis hóttan móti fólkaræðinum, sum politikkarar ganga á odda fyri. Alt politiskt arbeiði eigur at vera fullkomiliga gjøgnumskygt.
Hinvegin er tað skeivt, at ein almennur stovnur, sum krevur lurtara- og hyggjaragjaldið inn við lóg og panting beinleiðis skal kappast við privatu lýsingarkrónurnar, tí trúvirðið á stovninum minkar, um hann er bundin av peningi frá privatu vinnuni. Lat bløðini og privatar miðlar eiga lýsingarinntøkurnar í tí privata.
Smyril Line hevur boðað frá, at felagið hevur tørv á meiri peningi. Hví skal landsstýrið seta meiri pening í Smyril Line?
- Tað hevur verið jammur og grenj í sambandi við ferðafólkasiglingina millum Føroyar og Danmark, síðan DFDS gavst at sigla fyri mongum árum síðani. Eitt liberalt sinnalag vil helst ikki stuðla tí, sum ikki kann standa, men eins og við okkara loftvegis sambandi út í heim, førir Norrøna eina rúgvu av ferðafólki til Føroya, sum okkara ferðavinna vinnur uppá, og tí er tað ikki rætt at steðga Norrønu við at gevast við at hjálpa henni fíggjarliga.
Fólkafráflyting er ein stórur trupulleiki. Skulu vit forða ungum at fara uttanlands at lesa?
- At ungdómurin ikki flytur aftur til landið eftir loknan lestur, er eitt rák kring allan heim og avgjørt ikki serføroyskt. Helvtin av ungdóminum av Bornholm kemur ikki aftur til oynna. Og uppskriftin hjá okkum er tann sama. Vit mugu uppstiga okkara samfelag, so tað er eitt alternativ til okkara grannalond. Og her kemur aftur loftvegis sambandið inn í myndina. Fáa vit fíggarligu forðingina burtur loftvegis, kunnu fólk ferðast so ofta tey vilja. Tá fer at bera til hjá starvsfólki at pendla millum Føroyar og umheimin, eins og vit síggja í okkara grannalondum, og tað fer at gera, at fólk støðast. Tað er frástøðan, og harvið seinkaða menningin, sum forðar fyri menning av føroyska samfelagnum.
Hvør er tín politiska fyrimynd?
- Mín størsta politiska fyrimynd er stóra indiska sálin, Mahatma Gandhi, sum varð føddur 1869, og varð skotin í 1948. Hann prógvaði, at tað ber til at røkka málinum á friðarligan hátt. Hann var ein framúr politikkari og djúpt andaligur. Fyri at fáa frið í sálina hevði hann sær fyri, at hvønn mánadag, frá klokkan átta á morgni og til klokkan átta á kvøldi, segði hann ikki eitt orð við nakran. Kanska kundu vit lært eitt sindur av tí. Og hetta gjørdi hann í mong ár. Aðrir stórir leiðarar í nýggjari tíð eru Ronald Reagan í USA, sum á friðarligan hátt feldi Berlinmúrin, og Lee Kuan Yew í Singapore, sum við visiónum flutti Singapore úr triðja heiminum og inn í fyrsta eftir einans 40 árum.
FAKTA:
Navn: Jústinus Eidesgaard
Aldur: 53
Yrki: Tíðindamaður og rithøvundur
Fyrrverandi yrki: Blaðmaður, í starvi hjá sjómanskirkjuni, umframt at hava skrivað bøkur
Bústaður: Hoyvík
Útbúgving: Danmarks Journalisthøjskolen í 1982