Landsstýrið hevur í dag svarað fiskivinnukommisserinum hjá ES, sum fyri mánað síðani hótti við boykotti av Føroyum, tí Føroyar sambært ES tilskilar sær alt ov stóran part av sildakvotuni
- Vit hava roynt at rætta misskiljingar, grundgeva fyri okkara rætti og eisini heita vit á ES um at virða og brúka altjóða reglur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Á tíðindafundi í Tinganesi skýrdi løgmaður hóttanirnar frá ES at vera bæði "kubanskir tilstandir mitt inni í Evropa" og "revolvara-metodir".
Í svari sínum roynir landsstýrið at grundgeva fyri, hví Føroyar hava rætt til størri part av norðhavssildini. Men serliga er tað framferðarhátturin hjá ES, sum fellir landsstýrinum fyri bróstið. Og tað merkir eisini svarið úr Tinganesi.
Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen her: