- Vit hava valt at gera soleiðis

Tummas Christophersen sigur, at nýggja skipið kemur til Føroya um einar tríggjar vikur ella so.

P/F Jókin, sum átti systirskipini, Sjagaklett og Gullberg, hevur nú keypt annað skip fyri Gullberg, sum sakk á fiskileið í fjør summar. 

Bæði skipini vóru frystiskip, men keypið av trolaranum Havilah merkir, at reiðaríið nú bæði hevur frysti-og kølimøguleikar.

- Vit hava valt at gera tað soleiðis - at keypa eitt skip, sum hevur kølitangar og ikki frysting, sigur Tummas Christophersen, reiðari.

Spurdur, um reiðaríið hugsar um fleksibilitet, nú ísfiskatrolarar eisini eiga lut í makreltilfeinginum, ásannar reiðarin, at hetta hevur havt sín týdning fyri avgerðina.

- Jú, vit hugsa sjálvandi eisini um makrelin, sigur hann.

Tummas Christophersen sigur, at trolarin, sum nú er keyptur fyri Gullberg, er smíðaður í 1989.

- Í løtuni liggur skipið í Skotlandi, har ymiskt viðlíkahald verður gjørt, og skipið verður málað. 

Hann væntar, at nýggja skipið kemur til Føroya um einar tríggjar vikur ella so. 

Spurdur, um móttøka verður í Hvalba ella í Vestmanna, tá nýggi Fram kemur til Føroya, sigur reiðarin, Tummas Christophersen, at tað er ikki avgjørt enn.