Vit hildu framtíðina vera okkara

- Eg lætni um hjartað, tí eg veit, at bilurin hevur rakt mínu megin og ikki Hjørdis. Eg síggi, at Hjørdis liggur út ímóti førarahurðini. Eg taki í hana og vil hava hana yvir ímóti mær. Hon sær púra frísk út, og einki er at síggja á henni. So siti eg har og haldi um hana, og hon andar friðsælt.

Tað var ein vakur vetrardagur, klárt og kølið. Tey vóru í góðum lag bæði hendan fríggjadagin 7. desember 2012. Hon skuldi servera til eitt jólaborðhald í Havn, hann skuldi suður í eitt annað jólaborðhald. Tey búðu hjá foreldrum hennara í Kollafirði.


- Meðan Hjørdis gjørdi seg klára, neyt eg tvey gløs av reyðvíni. Tá vit vóru klár at fara umleið kl. 17, fór hon fyrst út í bilin, startaði og setti seg við síðuna av førarasetrinum. ”Eg kann ikki koyra, tí eg havi drukkið vín,” segði Leif við hana.


Leif Mikkelsen, sum er 33 ára gamal og cand. merc. jur., hevði hildið saman við Hjørdis Gullaksen í góð trý ár hetta vetrarkvøldið fyri hálvum ári síðani. Hon var 21 og gekk á fyrra ári á HF í Hoydølum. Tey høvdu ætlanir um barn í næstum og møguliga at flyta uttanlands, so Hjørdis kundi útbúgva seg. Hon elskaði børn og vildi vera ung mamma.



Svartakálk

Tað var ikki hált í bygdini.

- Eg spenti trygdarbeltið beint áðrenn rundkoyringina. Hjørdis var sum altíð íbundin. Vit snaraðu úr rundkoyringini, og hon setti ferðina upp. Tá vit koyrdu einar 50 km/t, varnaðust vit, at tað brádliga var vorðið hált – veruliga hált – svartakálk. At bilurin var væl skøddur við góðum píkum, munaði ikki nóg væl, greiðir Leif frá.


Hjørdis gjørdist ræðslusligin, tí hon ongantíð hevði upplivað, at bilurin gleið.

- Sjálvur visti eg, hvussu mann eigur at reagera í hálku, tí eg hevði roynt tað fyrr. Tá tú ikki hevur roynt tað, veitst tú ikki, hvussu tú eigur at bera teg at. Nógv mótkoyrandi ferðsla var úr Havn, eg sá einar átta bilar á rað sunnanífrá.


- Eg tók róðrið, tí hon var skelkað og visti ikki, hvønn veg hon skuldi snara, nú bilurin hevði mist vegtakið. Eg royndi at fáa bilin at venda út í høgru síðu aftur, men tað einasta, sum hendi, var at bilurin sjálvur vendi við gronini til høgru, men skreiddi í vinstra borð – tað vil siga í mótkoyrandi koyribreyt. Tveir mótkoyrandi bilar sluppu framvið; vit kundu tað sama eisini rent á teir.


- Vit gliðu nú longri út í mótkoyrandi breytina. Bilurin vendi við vinstru síðu hjá Hjørdis soleiðis, at mótkoyrandi hevði rent beint í hennara vinstru lið. Okkara ferð var nú eitt sindur minkað, kanska einir 40 km/t. Tá eg sá, at bilurin ikki fekst at koyra til høgru og út í røttu breyt, dugdi eg at síggja, at fyrsti mótkoyrandi fór at renna beint inn í Hjørdis.


Her mátti berast skjótt at.

- Eg skrykti í róðrið, fyri at fáa bilin at snara, so mótkoyrandi ikki fór at renna á Hjørdis. Tað eydnaðist at snara bilinum 180 stig, so at mótkoyrandi nú í staðin kom inn á mína høgru lið. Bilurin var nú ávegis út av vegnum.


Leif sá, at tað fór at verða ein samanstoytur og setti seg í spenni móti handskarúminum. - Eg sá beint í billyktirnar á mótkoyrandi bilinum og var tí vísur í, at eg fór at verða raktur. Men hann rendi á hurðina á baksetrinum aftan fyri meg. Tað stóð nógv á høvdinum og nakkanum. Alt føldist leyst, tí megin var øgilig. Hetta tók alt tilsamans bert fá sekund, men eg upplivdi tað í slowmotion.


Okkara bilur fór útav vegnum og mól tvær ferðir um seg sjálvan og út á slættan skerv og gras. Hin bilurin fór útav longri frammi. So var alt stilt.



Vónríkur

Leif lætnaði um hjartað, tá ið bilurin endiliga steðgaði, tí hann visti, at bilurin hevði rakt tættast honum, og kortini var hann óskaddur. Hetta mátti merkja, at Hjørdis eisini var komin væl frá samanstoytinum, tá hon sat longri burturfrá.

- Fyrst var eg skakkur og síðani øgiliga glaður. Skilti ikki, at eg kundi vera sloppin frá hesum uttan hava ilt nakra staðni. Eg sá, at Hjørdis lá út ímóti førarahurðini. Eg tók í hana og vildi hava hana yvir ímóti mær. Har sá alt vanligt út, og einki var at síggja á henni. Hon andaði, men eg fekk ikki samband við hana. Roknaði við, at hon var svímað. Eg hugsaði ikki tað ringasta. Eg visti, at okkurt var hent, men visti ikki hvat. So sat eg har og helt um hana, og bara andadráttur hennara hoyrdist. Eg sá niðan á vegin, har fólk nú hoyrdust, minnist Leif.


Rúturin, har Leif sat, var brotin ella opin. Fólk komu oman at spyrja, um alt var í lagi.

- Eg sat bara við henni. Eg segði, at einki var galið við mær, men eg fekk ikki samband við Hjørdis. Sá at fólk stóðu við fartelefon, helst fyri at ringja eftir sjúkrabili. Eg brúkti fartelefonina at lýsa við, fyri at hyggja, um nakað var at síggja á Hjørdis. Eg fann einki, sum var galið, men eyguni vóru hálvblundandi. Eg føldi, at eg bleiv vátur omaneftir síðuni, men visti ikki, hvat tað var, tí tað var bølamyrkt.



Brádliga kvirt

Tey sótu tveyeini og bíðaðu eftir sjúkrabilinum. Ein maður, sum stóð uttanfyri, bað Leif hyggja í oyruni á Hjørdis.


- Tá sá eg, at blóð kom úr oyrunum og skilti, hví eg var vátur oman eftir síðuni. Eg var kortini framvegis vónríkur. Men tá eg segði honum, at blóð kom úr oyrunum, sá eg á hansara andlitsbragdi, at hetta var ikki gott. Tá kom nakað av fjáltri á meg. Eg rópti nakrar ferðir, um ikki sjúkrabilurin var á veg her, tí vit høvdu sitið her nóg leingi.


Leif fekk at vita, at sjúkrabilurin var ávegis, men at hálkan seinkaði.

- Meðan vit bíðaðu, hoyrdi eg, at hon fór at anda øðrvísi og meiri tungliga. Og brádliga var púra kvirt. Tá rópti eg niðan á vegin, at hon er steðgað at anda, greiður Leif frá.


Hann visti, at hetta var álvarsligt og gjørdi av, at hon skuldi úr bilinum umgangandi, og leyp úr sínum vindeyga. Tá varnaðist hann, at bilurin sá út, sum hann var hálvur – reyvin var rætt og slætt trýst saman til næstan einki. Hann leyp yvirum, fyri at vita, um hann fekk latið hurðina upp. Men bilurin var so skeivur, at tað bar ikki til.


- Onkur kom við eini jarnstong at bróta hurðina upp við, so vit fingu hana úr bilinum. Tað kláraðu vit rímiliga skjótt, og fingu hana út og bóru hana niðan í vegjaðaran. So tóku fólk yvir, fyri at geva henni fyrstuhjálp. Sjúkrabilurin var framvegis ikki komin. Men tá gingu bert fáir minuttir, til teir komu. Tað kendist sum gingu tað einir 40 minuttir tilsamans, men tað vóru helst ikki nógv meiri enn 10. Harfrá veit eg ikki meiri, men hugsaði, at hon var í góðum hondum.



Vónin brast

Tey vórðu koyrd suður á Landssjúkrahúsið í hvør sínum sjúkrabili. Har var nógv fólk allastaðni. Leif visti ikki, hvussu støðan var hjá Hjørdis.

- Tað var, sum mann sá á starvsfólkunum, at hetta var sera álvarsligt. Og tað var ikki meg tað snúði seg um, tí mær bagdi einki. Eg tordi ikki at spyrja, tí eg orkaði ikki at hoyra nakað ringt – eg vildi hoyra okkurt gott.


Hann varð koyrdur í eina hvílistovu, har hann bara lá.

- So kom ein lækni, Heini Harryson, sum eg kenni. Hann spurdi meg, hvussu eg hevði tað? Eg spurdi eftir Hjørdis. Eftir eitt bil svaraði hann, at hon er farin. Tástani skilti eg, hvussu álvarsligt tað var. Eg vónaði til tað allarseinasta, men nú datt alt sundur. Míni foreldur vóru hjá mær, og tey grótu eisini.


Teir næstu tímarnar komu familja og vinfólk út á sjúkrahúsið. Tey vildu vita, hvat var hent. Vinkonur Hjørdis komu eisini. Soleiðis gekk ein long løta.

- Tað harðasta var, tá hennara familja kom inn til mín. Mamman og hennara fýra systkin. Hjørdis var lítlasystirin. Onkur teirra var komin úr Danmark. Tey bíðaðu leingi eftir pápa hennara, sum var úti við línubáti. Tað tók eina løtu at sigla inn. Eg hugsaði nógv um, at hann skuldi frætta úti á sjónum, at yngsta dóttirin var deyð.


Tað kendist óveruligt hjá Leif, at hann var púra frískur likamliga. So var ein veggur ímillum, og har lá Hjørdis deyð. Tað vóru fólk eisini bilsin um.

- Tankin var ræðuligur. Eg hugsaði slettis ikki um meg. Hugsaði bara um systkini og mammuna og pápan – missurin var ómetaliga sárur.



Nívandi skuldarkensla

Skjótt bardist Leif við skuldarkenslu.

- Eg hugsaði, at eg kundi koyrt bilin, tí eg hevði nokk dugað at koyrt í hálkuni, tó at eg hevði drukkið eitt sindur. Men um nú eg hevði koyrt ávirkaður, og hetta kortini var útfallið, skuldi eg livað við, at hon doyði, tí eg koyrdi ávirkaður. Og hvat um eg ikki hevði drukkið hatta vínið, og hvat um vit bara høvdu verið heima í friði, mólu tankarnir í klingur.


Tey, sum vóru inni hjá Hjørdis, fóru, sum kvøldið leið.

- Fólk vildu hava meg inn til Hjørdis, men tað vildi eg ikki, fyrr enn eg var einsamallur. Eg sá Hjørdis seinastu ferð á lívi einsamallur; eg vildi eisini møta henni deyðari einsamallur. So eg fór inn til hana kl. 2 um náttina. Har var eingin broyting at síggja á henni; hon var líka vøkur, og var heit enn. Eg visti framvegis ikki, hvørjum hon var deyð av. Hon var tann sama, men segði einki. Eg var inni hjá henni alla náttina. Lá har og las og bara var har, tó at tað kanska ikki sýntist at geva meining.


Út á fyrrapartin fór Leif til hús. Hann fekk at vita, at hann altíð kundi koma útaftur at sita. Og tað gjørdi hann fleiri ferðir dagliga teir dagarnar, áðrenn hon slapp av sjúkrahúsinum.

- Tað kendist væl at vitja hana á sjúkrahúsinum. Hon sá óbroytt út.




Seinasti kossur

Hjørdis lá undir børu í heiminum.

- Tá var nógv familja har, sum løgdu lutir og brøv til hennara. Eg sat við síðuna av henni alla náttina. Tá taldi eg bara tímarnar, til lokið skuldi verða lagt á kistuna, og tíðin gekk alt ov skjótt. Eg orkaði ikki hetta lokið, sum skuldi á kistuna, tí tá veit mann, at tað er slutt fyri altíð. Fyri meg var hetta næstan líka ringt sum at fáa deyðsboðini. Tað var sum, at tá hevði eg ikki ordiliga mist hana, tí hon var har jú – hon prátaði bara ikki. Eg bleiv við at útseta lokið sum longst. Pápin segði, at hann var klárur, men at eg kundi gera av, nær teir kundu fara við henni. Teir tóku lokið, og eg mussaði hana eina seinastu ferð, og so varð lokið lagt á. Eg hevði hug at taka tað av aftur, men kláraði at lata tað vera.



Tað er gott at elska

Jarðarferðin var bærilig.

- Hjørdis var eitt lívsstykki og hevði nógvar vinir frá flogbólti, skúla og aðrastaðni, eins og eg hevði. So ítróttarhøllin, haðani jarðarferðin var, var á tremur við fólki. Har vóru fleiri nemandi framførslur, millum aðrar ’Tað er gott at elska,’ hjá Signari í Homrum, sum Hjørdis ætlaði skuldi verða spælt til okkara brúðarvígslu. Gravtalan hjá Teodor Eli Dam Olsen var tíbetur eisini lívsjáttandi í neyðini – vit hava jú nógv at takka fyri, at vit fingu Hjørdis.


- Eg hugsaði nógv um, hvussu synd tað var í hennara foreldrum og systkjum. Tey hava kent hana alt lívið, og eg kendi hana í trý góð ár. Tey hava fleiri minni um Hjørdis, men eg hevði helst fleiri framtíðarvónir.



Sorg og saknur

Eftir jarðarferðina hevði Leif brúk fyri at hava frið í nakrar dagar. Men rættiliga skjótt fór hann at spæla hondbólt og dystir, sum hann var vanur.


- Tað føldist rætt. Tað bar ikki til bara at sita inni og hyggja eftir myndum alla tíðina. Men sorgin og longsulin vóru har allatíðina og komu eisini sum herðindi nær sum helst, tí sorgin kann ikki temjast ella planleggjast. Hon kundi eisini koma av tí góða, sum mær var fyri, og henni ikki untist. Soleiðis er tað eisini nú sjey mánaðir eftir vanlukkuna. Sum tá familjan er samlað, og bara hon manglar. Tá kann eg knappliga verða raktur av sorg og samvitskubiti, at eg livi. Í roynd og veru kundi tað verið øvut.


Tað kann undra, at tað kann koma seg so, at tvey, sum sita so tætt í einum bili, kunnu sleppa so ymiskt frá eini vanlukku.

- Hon smekkaði nakkan í síðustólpan, har trygdarbeltið er heft í. Hon hevði eitt álvarsligt brot í nakkanum, vístu kanningarnar. Ein uggi var tað, at nakkabrot av hesum slagnum onga pínu hevur við sær, sigur Leif.


Leif hevur ikki tørv á at plasera ábyrgd fyri vanlukkuna. Hann er ikki beiskur.

- Vit vóru á skeivum staði skeivu tíðina. Hesaferð var tað Hjørdis, ið tað gekk útyvir.




Alt ger mun

Hetta er fyrsta árið, at blómutyssi verður lagt fyri Hjørdis á minningardegi teirra deyðu í ferðsluni.

- Eg hugsi um tað hvørt ár, tá blómutyssi verða løgd á vanlukkustøð. Mann hugsar aftur á, tá tað hendi. Tað er ein vakur siður, sum fær okkum at minnast tey vit mistu og teirra avvarðandi. Tað fær helst eisini fólk at vera meiri varin í ferðsluni – um ikki annað teir dagarnar, ið blómurnar hanga uppi, heldur Leif.